ALTJÓÐA FÓTBÓLTSSTYRKI
Tað sæst aftur á FIFA styrkislistanum, at Føroyar seinastu vikurnar hava lagt rygg til fleiri tap í HM undankappingini í fótbólti. Serliga munnu tað vera tapini á heimavølli móti Kypros og Ísrael, sum hava kostað. Føroyar taptu 3-0 móti Kypros og 2-0 móti Ísrael. Hesi tapini hava ivaleyst nívt dyggari, enn 3-0 tapið á útivølli móti Fraklandi hevur gjørt.
Sambært FIFA listanum, sum varð kunngjørdur í fyrradagin, so eru Føroyar nú styrkismettar at vera nummar 134. Talan er um átta pláss niðari á stiganum, enn Føroyar vóru fyri einum mánað síðani. Ongantíð áður er tað komið fyri, at Føroyar eru farnar so nógv eftir hæli upp á so stutta tíð, og Føroyar hava ongantíð verið longri niðri á listanum, enn tær nú eru tað.
Ísrael og Kypros hava flutt seg rætta vegin, eftir at tey hava vunnið á Føroyum. Ísrael er farið frá 47. og fram á 44. plássið, og Kypros er farið frá 105. og fram á 103. plássið.
Áður hava innanhýsis úrslitini móti øðrum smáum europeiskum fótbóltstjóðum borið boð um, at Føroyar hava verið stinnari enn eitt nú Liktinstein, Malta og Andorra. Føroyar hava eisini fyri tað mesta verið hægri á listanum enn hesar fótbóltstjóðirnar. Sambært nýggja listanum verða hesar smáu europeisku fótbóltstjóðirnar nú roknaðar at eiga betri fótbóltslandslið, enn Føroyar verða mettar at eiga.
Liktinstein hevur gjørt eitt orduligt skarvslop. Pinkulandið, sum Føroyar hava vunnið allar tríggjar innanhýsis landsdystirnar ímóti, er lopið sekstan pláss rætta vegin og er nú á 123. plássinum. Malta, sum Føroyar eisini hava vunnið allar tríggjar innanhýsis dystirnar ímóti, er lopið ellivu pláss rætta vegin og er nú á 127. plássinum. Andorra er farið níggju pláss rætta vegin og er nú nummar 125.
Listin sær nú soleiðis út. Tølini í klombrum siga, hvat pláss londini høvdu fyri einummánaði síðani.
1 (1)Brasil
2 (3)Holland
3 (2)Argentina
4 (4)Kekkia
5 (5)Mexico
6 (9)Frakland
7 (6)USA
8 (8)Spania
9 (9)Portugal
10 (15)Svøríki
11 (7)Ongland
14 (18)Danmark
21 (14)Írland
37 (36)Noreg
38 (42)Sveis
40 (43)Finnland
44 (47)Ísrael
92 (94)Ísland
103 (105)Kypros
134 (126)Føroyar










