Føroyar eygleiðari á olympiskum fundi

Í vikuskiftinum hevði Evropeiska Olympiska Nevndin, EOC, aðalfund í Dublin. Føroyar vóru við sum eygleiðari. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava fingið loyvi at luttaka á aðalfundi hjá olympiskum felagsskapum

Luttøkan var fingin í lag í samband við, at aðalskrivarin í
Evropeisku Olympisku Nevndini, Patrick Hickey úr Írlandi, vitjaði í
Føroyum í juni í ár. Føroysku umboðini á fundinum vóru Petur Elias Petersen, næstformaður í Ítróttasambandi Føroya, og Sølvi R. Hansen, ítróttaráðgevi.

Endamálið við føroysku luttøkuni á fundinum var partvís at fáa
kunning um arbeiðið innan olympisku rørsluna, og partvís at hitta
lyklapersónar, ið kunnu hava ávirkan á viðgerina av føroysku
umsóknini um limaskap í IOC. Í hesum sambandi eydnaðist føroysku
umboðunum at hitta fleiri IOC-limir umframt forsetan Jacques Rogge.

Føroyar søktu um olympiskan limaskap í 1984, men varð viðgerðin av
umsóknini drigin út av politiskum ávum í IOC. Síðani hevur IOC broytt
reglurnar, so nú kunnu bert tjóðir viðurkendar av altjóða samfelagnum
fáa limaskap í IOC. Føroyar uppfylla í løtuni allar aðrar treytir í
olympiska skjalinum.