Rættiligt glið er komið á almenna kjakið rundan um støðu Føroya í europeiska samveldinum. Nú tykjast bráddliga flestu flokkar og politikarar hava eina ella aðra avgjørda meining um viðurskifti okkara til ES.
Og meiningarnar eru fleiri. Landsstýrið hevur lagt seg eftir at royna EFTA kortið, tó at mong geva tí lítlan kjans. Kortini eru sterkar røddir í samgonguni, her ikki minst í Sambandsflokkinum, sum vilja hava landsstýrið at sleppa EFTA-leiðini men heldur fara beinleiðis inn í samráðingar við ES um eitt ella annað slag av limaskapi.
Tjóðveldi hevur eisini markerað seg nógv í hesum málinum. Og teirra støða er greið. Tað ber ikki til at søkja um limaskap í ES soleingi vit eru ein partur av danska ríkinum.
Tað skortar so heldur ikki við upplýsing og kjaki í hesum døgum um nettupp framtíðar støðu Føroya í Europa. Í annaðkvøld skipar Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi fyri fyrilestri og kjaki um europapolitikk føroyinga. Professari í altjóðarætti og ríkisrætti, Ole Spierman, leggur fram løgfrøðiligt upprit um Føroya rættarligu støðu mótvegis ES, EFTA og EBS og ger sínar metingar um, hvørjir møguleikar eru og hvat krevst, skulu Føroyar søkja um limaskap í einum av hesum skipanum. Hetta verður í Miðlahúsinum mikukvøldið. Og í viðmerkingunum til fundin stendur m.a.: ”Onkur tosar í eystur um ES limaskap og tey sonevndu “fýra frælsini“. Ein annar svarar í vestur um EFTA-limaskap. Ein triði tosar um eina EBS-skipan, sum Noreg, Ísland og Liechtenstein hava við ES, har tey eru partur av teimum fýra frælsunum, uttan at verða limir í ES. Boðini eru mong, men ber tað til hjá Føroyum at velja millum hesar møguleikar í núverandi ríkisrættarligu støðu? Hvat krevst, um føroyingar skulu royna aðra ella hina leiðina?”
Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur sett sær fyri at lýsa og greina nakrar av teimum mongu og fløktu spurningunum, ið hava týdning fyri altjóða samstarv Føroya mótvegis europeisku skipanunum. Sum nakað nýtt fer Rás2 at gera eina roynd at senda tiltøk í Miðlahúsinum beinleiðis til alt Føroya fólk. Hetta verður mikukvøldið klokkan 19.
Sama dag sum hetta tiltakið verður kemur danski uttanríkisráðharrin Per Stig Møller á almenna vitjan, og hann fer m.a. at umrøða sama mál, Føroyar og ES. Í hesum sambandi tekur fólkatingsmaðurin Edmund Joensen í bløðunum í dag enn einaferð blaðið frá munninum og skrivar, at vitjanin hjá Per Stig Møller, uttanríkisráðharra, er eitt gylt høvi hjá landsstýrismanninum í uttanlandsmálum at byrja tilgongdina, har Føroyar og Danmark í felag finna eina smidliga loysn á føroyska ES-spurninginum.
Á Grækarismessu verður so eisini skipað fyri stórari ráðstevnu um Føroyar í Europa, har m.a. fyrrv. norski uttanríkisráðharrin Thorvald Stoltenberg vitjar.
Ikki kann sigast annað enn, at hetta evnið hevur stóran áhuga millum føroyingar og fer helst at vera við til at seta dagsskránna í politisku skipanini og alment í komandi tíð.









