Føroyar eru vælkomnar í EFTA

Fyrrverandi norski sendimaðurin hjá Noregi í EFTA, Knut Almestad, væntar ikki, at nakað limaland í EFTA fer at seta seg ímóti, at Føroyar gerast limur í felagsskapinum. Hann heldur, at føroyskur limaskapur er eitt gylt høvi hjá Noregi, Íslandi og Føroyum at styrkja fiskivinnusamstarvið

-Eg trúgvi ikki nøkur tjóð í EFTA fer at seta føtur í spennið, um Føroyar velja at senda eina almenna umsókn til EFTA um limaskap. Fyriuttan møguligar trupulleikar av ríkisrættarligu støðuna millum Føroyar og Danmark, síggi eg ikki, at Føroyar fara at hava nakrar trupulleikar at gerast limur.
Løgfrøðingurin og fyrrverandi norski sendimaðurin, Knut Almestad, heldur ikki, at føroyingar skulu bera ótta fyri, at limalondini í EFTA fara at ganga móti eini møguligari føroyskari umsókn um EFTA-limaskap.

Styrkt fiskivinnusamstarv
Knut Almestad hevur drúgvar royndir sum sendimaður fyri norska uttanríkisráðið. Hann hevur í fleiri ár arbeitt fyri EFTA, og hann hevur eisini havt tilknýtið til norsku ES-sendistovuna í Brússel.
Fyrrverandi norski sendimaðurin sær gyltar møguleikar fyri einum sterkum íslendskum, norskum og føroyskum fiskivinnusamstarvi, um Føroyar gerast limur í EFTA.
-Tað er einki dulsmál, at gerast Føroyar limur av EFTA, fer EFTA at standa munandi sterkari á fiskivinnuøkinum. Tú mást minnast, at Noreg, Ísland og Føroyar umsita hvør sær nógv størsta partin av fiskivinnuni í Norðuratlantshavi. Velja tey trý londini at ganga saman í EFTA, verður støðan munandi sterkari mótvegis ES, sigur hann.
Spurdur, um hann væntar, at Sveis og Liktenstein fara at seta spurning við føroyskan limaskap í EFTA, tá hugsað verður um, at ein fiskivinnutjóð kemur afturat Noregi og Íslandi í felagsskapinum, er stutt og greiða svarið hjá fyrrverandi norska sendimanninum:
-Nei tað rokni slettis ikki við. Eg vænti, at báðar tjóðirnar taka gleðiliga undir við føroyskum limaskapi.

Eingin deyður hestur
Síðan løgmaður gjørdi greitt undir røðuni á ólavsøku, at Føroyar í næstum fara at søkja um limaskap í EFTA, hava røddir verið frammi um, at EFTA sum felagsskapurin ikki hevur stórvegis framtíð.
Bæði búskaparfrøðingurin, Óli Samróð, og formaðurin í uttanlandsnevndini í løgtinginum, Johan Dahl, hava verið frammi í fjølmiðlunum, og gjørt vart við, at teir ikki meta, at limaskapur í EFTA er nøkur loysn fyri føroyska samfelagið, tí eingin framtíð liggur í felagsskapinum. Teirra sjónarmið bygdi serliga á, at tað er bert spurningur um tíð, áðrenn Noreg og Ísland velja at fara úr EFTA, og gerast limir í ES.
Knut Almestad er ikki so svartskygdur. Hann ásannar, at EFTA í altjóða høpi er ein lítil felagsskapur, men hann sær hinvegin ikki fyri sær, felagsskapurin fer at detta niðurfyri í næstum.
-Hóast kjakið um norskan og íslendskan limaskap í ES er javnan uppi og vendir, so síggi eg hvørki Noreg ella Ísland gerast limir í ES í nærmastu framtíð. Megna EFTA londini at halda fast í EBS samstarvinum(búskaparligt samstarv millum EFTA og ES, blðm), so trúgvi eg, at EFTA heldur fram í sama mun, sum seinstu árini, sigur Knud Almestad.