Føroyar eru á triðja plássi

Øll málini vórðu skorað undan steðginum, tá ið U-21 landsliðið vann 3-1 ímóti Georgia

Eftir tap á heimavølli ímóti Danmark og 1-1 á útivølli ímóti Finnlandi eydnaðist tað í kvøld føroyska U-21 landsliðnum at vinna fyrsta dystin í hesi undankappingini.

Georgia var gestur á Tórsvølli, og Føroyar vunnu 3-1. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tá ið tað var sera undirhaldandi.

Eftir steðgin snúði tað seg nógv um, at Føroyar vardu, meðan Georgia royndi at leypa á fyri at minka um munin og javna. Tað var fleiri ferðir tætt við, tá ið tað varð lagt flatt innfyri, men síðsta royndin var ongantíð nóg neyv.

Fram ímóti dystarenda vóru møguleikar at økja um leiðsluna. Tað eydnaðist ikki, og føroyingarnir vóru sjálvandi ovurfegnir um, at tað í triðju royndini í hesi undankappingini eydnaðist at vinna 3-1.

 

Meinhard E. Olsen setti hol á eftir diagonala framlegging úr høgru, og Jákup Thomsen heilfluktaði til 2-0 eftir innlegg úr høgru. Teit Jacobsen var óheppin at gera sjálvmál, men tað var eisini Teit Jacobsen, sum skoraði triðja málið og harvið staðfesti sigurin.

 

Hini úrslitini í kvøld lagaðu tað soleiðis, at Føroyar nú eru á triðja plássi í bólkinum.

 

 

 

 

Føroyar-Georgia 3-1 (3-1)

U-21 undankappingardystur

Á Tórsvølli týsdagin 10. Apríl kl. 17.30

Dómarakvartett av Malta: Farrugia Cann Trustin, Duncan Sultana, Christopher Francalanza og Mario Apap

1-0: Meinhard E. Olsen

2-0: Jákup Thomsen

2-1: sjálvmál

3-1: Teit Jacobsen

Føroyar: Karstin Hansen, NSÍ - Benjamin Heinesen, B36, Bartal Wardum, HB, Bjarni Petersen, B36, Erlendur Magnusson, B36 – Hákun Edmundsson, Skála, Betuel Hansen, NSÍ – Jóannes Bjartalíð, KÍ, Teit Jacobsen, Sønderjyske, Meinhard E. Olsen, B36 – Jákup Thomsen, Thisted

Venjari: Eli Hentze

Georgia: Kupatadze – Shulaia, Margvelashvili, Tabidze, Nadaria – Kharaishvili, Chakvetadze, Mokevishvili – Arabidze, Arveladze, Mikeltadze