Jan Otto S. Holm, óheftur fíggjarráðgevi
-----
Vit føroyingar elska Føroyar - sjálvandi gera vit tað. Hetta er jú besta stað á jørð. Vit hava vakrastu náttúru, reinasta sjógv, besta fisk. Ja, ein kundi blivið við at reksa upp lýsingarorð, ið lýsa okkara framúr góða land. Okkara elskaða Føroyar er enntá so fantastiskt, at tað er bert nøkrum fáum útvaldum útlendingum, sum vit unna atgongd til hetta sanna paradís á jørð.
Fyri nøkrum døgum síðani hevði kjak hug at stinga seg upp, hvørt vit skulu loyva fløttum atgongd til Føroyar ella ikki. Sum vanligt, varð kjakið skotið til jarðar, og kjakið fór av sporinum, næstan áðrenn tað var byrjað. Nógv vóru sjálvandi fyri at lova fløttum til Føroyar, men helst eins nógv vóru ímóti, tí Føroyar er jú eitt lítið land, sum er so serligt, at slíkt bert kundi verða óheppið.
Í mínari lestrartíð uttanlands gekk eg í flokki við einum úr miðeystri, ið upprunaliga var fløtti. Og tað var ikki til stuttleika, at hann var fløtti. Sum smádrongur varð hann noyddur at fara við byrsu í hond at berjast móti landsmonnum, sum hann av øðrum monnum fekk at vita vóru hansara fíggindar. Sum smádrongur var hann lættur at indoktrinera. Fleiri av hansara vinmonnum lótu lív, og tað var um reppið, at hetta eisini gjørdist hansara lagna. Lukkutíð eydnaðist honum at flýggja, og eftir sorgarleikin í heimlandinum kundi hann, nú hann varð eldur og hevði fingið miðnámsútbúgving, fara undir hægri lestur. Soleiðis kundi hann gerast fongur fyri sítt nýggja heimland. Hann kundi bera nakað aftur. Skapa, framleiða og virka.
Í Føroyum hava vit ein trupuleika við lækkandi fólkatali. Trupuleikin er ikki, at tað eru føroyingar, ið vanta. Trupuleikin er hinvegin, at vit vanta fólk, ið kunnu framleiða, skapa virðir og tryggja, at burðartíttleikin ikki lækkar enn meira. Tá føroyingar ikki sjálvir kunnu tryggja hetta, mugu onnur gera tað. Annars fer vælferðarsamfelagið, sum vit kenna tað, fyri bakka.
Hví síggja vit bert fløttar sum sjálvmorðsbumbufólk, sum samfelagsnassarar og fólk, sum eru so óheppin ikki at hava sama huðarlit sum vit? Sjálvandi er hetta ikki veruleikin. Fløttar eru eins og vit. Tey eru fólk, ið ynskja ein friðarligan dagligdag - fólk, ið ynskja at fara til arbeiðis - fólk, ið ynskja at skapa virðir til tað samfelagið, ið tey liva í. Sjálvandi eru undantøk, men tey finnast so sanniliga eisini millum føroyingar. Ella er tað tí, at vit halda at vit eru kristnasta tjóðin í heiminum, og tí ikki hevur rúm fyri øðrum religiónum? Er slíkur hugsunarháttur kristin?
At lata land okkara upp fyri fløttum verður sjálvandi undir skipaðum viðurskiftum. Men hevði tað ikki ført við sær eitt frálíkt økt fjølbroytni í okkara býar- og bygdamynd. Hevði Føroyar ikki verið litríkari? Hevði hetta kanska kunnað fingið føroyingar í útlegd at flutt heimaftur eisini?
Tann stóri spurningurin, ið vit føroyingar eiga at seta okkum sjálvum, er, um vit eru so serlig, og um okkara land er so serligt, at vit bert kunnu vera partur av altjóða heiminum, tá tað hóskar okkum og tá hetta einki kostar okkum - hvørki peningaliga ella á annan hátt. Hava vit yvirhøvur rætt til, at sera spurnartekin við, um fløttar í svárari neyð skulu fáa atgongd til okkara land? Er tað ikki okkara skylda at taka tøk á hesum økinum eisini?










