Føroyar eru neyvan raktar av heimsins størsta sviki

Føroyingar kunnu sova trygt um náttina, heldur stjórin í Taks

– Eg meti, at Føroyar eru ikki raktar av hesum svikinum. Tað sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks. Seinastu dagarnar hava vit hoyrt nógv um eitt ófatiligt peningaligt svik í fleiri londum í Evropa, har landskassarnir eru snýttir fyri yvir 400 milliardir krónur í einum væl skipaðum ráni, har bankar og sakførarar hava havt ein virknan leiklut í tí, sum er kallað heimsins størsta svik.

 

Eyðun Mørkøre sigur, at tá ið slíkt frættist, fær tað klokkurnar at ringja í Taks, men hann metir ikki, at nakað svik av hesum slagi hevur verið í Føroyum.

 

Trýst á pílin undir myndina og hoyr hann greiða frá, hví hann heldur, at vit eru sloppin undan, men hann vísir á, at tað er neyðugt, at Taks eisin fær umstøður at hava eitt gott eftirlit.