Føroyar eru nú langt fremst

Nations League: Tað endaði við javnleiki millum Malta og Lettland. Tað eru góð tíðindini fyri Føroyar

Fyrr í dag vunnu Føroyar 1-0 á útivølli móti Andorra. Føroyar hava seks stig í bólki 1 í deild D í Nations League. Hini bæði liðini í bólkinum, Malta og Lettland, spældu í kvøld javnleik 1-1.

Tað merkir, at Føroyar nú eru greitt oddalið í bólkinum. Føroyar hava seks stig fyri tveir sigrar á ávikavist Malta og Andorra. Síðani kemur Lettland við tveimum stigum fyri tveir javnleikir móti somu mótstøðu. Aftast í bólkinum eru Andorra og Malta, sum hava eitt stig í part.

Í oktobur skal Føroyar spæla móti Lettlandi og Andorra á heimavølli, áðrenn leiðin gongur til Malta og Lettlands í novembur. Heldur góða gongdin fram, so er líkt at Føroyar kunnu kappast um at vinna bólkin. Tað hevði útloyst eina uppflyting til deild C.

Bólkur 1 – Deild D:

1.     Føroyar 6 stig

2.     Lettland 2 stig

3.     Malta 1 stig

4.     Andorra 1 stig