Sum heild eru Føroyar ikki í kreppu, og tí eiga politikarar ikki at fremja krepputiltøk í óðum verkum, halda tær føroysku fíggjarfyritøkurnar. Føroysku fíggingarfyritøkurnar halda lítið um ólavsøkupakkan hjá samgonguni. Sagt verður, at við ólavsøkuuppskotinum hava mong fingið ta fatan, at Føroyar eru í kreppu. Men hesum taka fíggjarfyritøkurnar ikki undir við, tí arbeiðsloysið er einans 3,4 prosent, gjaldsjavnaavlopið er hálv millard krónur, og nettoogn Føroya uttanlands er ein mia. krónur.
-Sum heild eru Føroyar ikki í kreppu, men hallið hjá landskassanum er ein avbjóðing. Ein avbjóðing sum er at rationalisera almenna bygnaðin. Ólavsøkuuppskotið hjá landsstýrinum er ein viðfáningur samanborið við avbjóðingina, siga fíggingarfyritøkurnar í tíðindaskrivi.
Fyritøkurnar siga, at uppskotið loysir ikki nakrar grundleggjandi trupulleikar, tí tað er einans ein stuttskygd roynd at skaffa landskassanum smáar fyribilsinntøkur, sum hava við sær stóra skaðiliga langtíðarávirkan á inntøkuskapanina í samfelagnum. Landið eigur at gera eina langtíðarætlan at rationalisera almenna bygnaðin eins og ætlanina, sum
landsstýrið hevur lagt saman við arbeiðsmarknaðinum og fíggjarmarknaðinum fyri eftirlønarøkið, skrivar fyritøkurnar.
Ætlanin eigur at umfata samspælið millum land og kommunur um tænastuveitingar og
skattainntøkur, og miðast skal eftir at røkka neyvum úrslitum. Ongin orsøk er at fremja krepputiltøk í óðum verkum. Nettoskuldin hjá landsstýrinum er í løtuni
sera lítsera lítil, og landsstýrið hevur ráð at hava hall á fíggjarlógini í eina tíð, meðan langsiktað tiltøk verða loyst úr lagdi, stendur í skrivinum.