Føroyar eru ikki hjartamálið hjá dønum

Men at okkara sjálvsavgerðarrættur er tengdur at hugburðinum hjá dønum er ein veruleiki, ið vit ikki kunnu snúgva okkum uttanum.

 



Í amtstíðini vistu danir líka lítið um Føroyar sum í dag, men teir sóu føroyingar sum runnar av somu norðurlendsku rót sum danskarar. Tí kundu teir í mongum førum vera positivir yvirfyri føroyingum, sjálvt um tað var uppá ein niðursetandi máta, tí vit vóru á einum lægri menningarstigi.

Í dag eru danskarar so sterkt orienteraðir ímóti ES, at tað norðurlendska hevur mist sína megi sum nakað, ið skapar samanhang fyri danskarar, tá íð tað kemur til upplýsing um Føroyar. Avleiðingin fyri okkum er, at allar upplýsingar í Danmark um Føroyar eru fullkomuliga leysrivnar frá øllum samanhangi, - antin sum partur av donskum innanríkispolitikki ella sum gølusøgur.

Í báðum førum hongur hettar saman við ríkisrættarligu støðuni. Tí, ríkisrættarliga støðan ger, at tað ber til at gera eitt samband, eitt link, ímillum danska skattgjaldaran og so hesar fullkomuliga ábyrgdarleysu føroyingarnar, sum bara brúka og brúka, meðan onnur gjalda? Vóru Føroyar ein sjálvstøðug tjóð, so var tað fullkomuliga óinteressant fyri danskarar, hvussu nógvar tunlar, vit gera, og hvussu nýggjum bilum vit koyra í o.s.frv.

Skulu danskarar vita meira um Føroyar, so má hetta linki brótast. Vissi Føroyar vóru ein sjálvstøðug tjóð, so hevði samskiftið millum føroyingar og danskarar, millum danskar myndugleikar og føroyskar myndugleikar verið av einum heilt øðrum slag og meira virðilig, sjálvandi.

Tann manglandi vitanin er ein av høvuðsorsøkunum til, at ynski okkara um at gerast sjálvbjargin og sjálvstøðug, ikki hevur verið virt av donsku myndugleikunum og danska fólkinum sum heild. Tí verður upplýsing í Danmark eitt amboð í fullveldisstríðnum.

Við hesum verður heitt á øll fullveldisfólk um at fara á val - hesuferð - so full vissa kann fáast fyri, at tey sum komandi fýra árini skulu umboða føroyafólk eru fullveldisfólk, og tí eisini við fullum huga fara at arbeiða til frama fyri fullveldi.