Føroyar eru greitt omaná

Málini eru rapað inn í fyrra hálvleiki, og alt bendir á føroyskan sigur.

Føroyska kvinnulandsliðið spælir í løtuni fyrsta dystin í HM-undankappingini. Dysturin er á Tórsvølli, har mótstøðuliðið er Luksemburg.


Tað er júst bríkslað til hálvleiks, og eftir eitt sannførandi avrik eru tær føroysku á odda 3-0. Málini hava Heidi Sevdal, Eyðvør Klakstein og Ásla Johannesen skotið.


Tilber at lurta eftir dystinum beinleiðis á Rás2 við at trýsta HER, ella at hyggja at dystinum beinleiðis á FSF-Varpinum við at trýsta HER.