Føroyar eru framvegis í niðasta styrkisbólkinum hjá UEFA

UEFA hevur kunngjørt nýggjastu styrkismetingina í samband við EM2012, og eru Føroyar framvegis í niðasta bólkinum saman við Andorra, Aserbadjan, Luksemborg, Malta og San Marino. Sostatt var sigurin móti Litava ikki nokk til at lyfta Føroyar úr tí niðasta bólkinum. Tað eru seks bólkar, og Danmark og Svøríki eru bæði styrkismett í næstovasta bólkinum. Noreg og Finnland eru í bólki trý og Ísland er í bólki fimm, meðan vit eru í bólki seks. Eysturríki, sum Føroyar spældu javnleik 1-1 móti í fjør, eru í triðja bólkinum. Í ovasta bólkinum eru Frakland, Holland, Italia, Ongland, Portugal, Russland, Spania og so er Kroatia eisini aftur við í tí fína selskapinum.