At Føroyar liggja fjarskotnar mitt í Atlantshavinum, nýtist ikki vera ein forðing fyri einari blomstrandi íverksetaravinnu - tvørturímóti eigur hetta at vera styrkin og fyrimunurin hjá føroyskari íverksetan.
Tað heldur víðagitni kokkurin og íverksetin, Claus Meyer, í øllum førum. Navnframi danin hevur gjøgnum ár og dag stáplað nógvar fyritøkur og verkætlanir uppá beinini, og serliga er tað í matvinnuni, at hann hevur gjørt seg galdandi. Hann hevur ment og definerað nýnorðurlendska matin og er ein av stovnarunum av kollveltandi donsku matstovuni, Noma.
- Føroyar eru eitt kul brand. Her eru fá fólk, tað er vakurt, náttúran er vill, og tí er tað er kul, tá okkurt kemur úr Føroyum. Við hesum fyritreytum hava Føroyar potentiali til at vera eitt Mekka fyri íverksetan, sigur Meyer.
Les meira í Vikuskiftis Sosialinum. Har fortelur Claus Meyer um, hví hann heldur, at hann hevði rokkið somu altjóða tindum, um hann byrjaði sína yrkisleið í Føroyum. Harumframt meinar hann, at føroyingar eiga at fáa føroysku tjóðarsálina í vørurnar, sum verða útfluttar uttanlands.