- Tað týdningarmesta fyri málmenningina hjá børnum er, at tey hava atgongd til tilfar á føroyskum, á teimum miðlum, har tey eru, sigur Annika Smith, landsbókavørður við Skúlablaðið.
2018 er lýst sum árið fyri málmenning hjá børnum og ungum og Skúlablaðið hevur tí eina greinarøð um hetta evnið.
Annika Smith sigur, at Føroyar eru eftirbátur á talgilda økinum, tí enn eru fleiri ljóðbøkur einans tøkar á fløgu.
- Vit uppliva í heilum, at lánarar, sum koma á bókasavnið at lána ljóðbøkur, fara av stað aftur við ongum, tí tey ikki hava fløguspælara og teldan einki cd-drev, sigur hon.
Hon heldur, at øll børn áttu at fingið ókeypis atgongd til spennandi bøkur á føroyskum, umframt eisin atgongd til talgilt tilfar.
- Sjálvt smá børn duga at leita eftir tilfari á talgildu miðlunum – tað er akkurát líka lætt hjá teimum at blaða í eini talgildari bók á I-paddinum sum í eini pappírsbók – og motivatiónin til at lesa verður allarhelst positivt ávirkað via talgildu miðlarnar. Og man má møta brúkaranum, har hann er, sigur Annika Smith við Skúlablaðið.