Føroyar eru eftirbátur á ferðslutrygdarøkinum

- Vit hava ongan ferðslutrygdarpolitikk í Føroyum, og tað er orsøkin til skilaleysu støðuna, sum leirvíkingar koma í, nú Norðoyatunnilin letur upp. Orðini eigur Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Borgarafundur

- Høvdu vit havt ein samtyktan ferðslutrygdarpolitikk, hevði støðan, sum leirvíkingar nú eru í, ikki komið fyri. Tað hevði nevniliga als ikki borið til at samtykt eina slíka verkætlan sum Norðoyatunnilin - uttan so, at ein heildarloysn, har eisini koyringin gjøgnum Leirvíkarbygd, var við.
Hetta segði formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, á borgarafundi í Leirvík fríggjakvøldið.
Hon finst annars hvassliga at politiska myndugleikanum fyri ikki at taka ferðslutrygdina í nóg stórum álvara.
- Eg veit væl, at tey, sum eru sett at arbeiða við ferðslulógini í landsstýrinum, gera sítt besta. Men tað, sum eg finnist at, er, at raðfestingin av ferðslutrygdarpolitikkinum í Føroyum er so langt aftanfyri tað, sum vit síggja í okkara grannalondum.
Rúna Sivertsen sigur, at um vit hyggja inn á heimasíður hjá stjórnarráðum í grannalondunum, er eingin endi á øllum tí skrivaða tilfari, ið finst um ferðslupolitikk.
Men, vísir hon á:
- Á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðunum, sum umsitir okkara ferðslumál, er einki at finna um hvønn ferðslupolitikk, landstýrið ætlar at føra, sigur hon.
Formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd sigur, at grannalond okkara hava "satsað" nógv á øllum økjum fyri at økja um ferðslutrygdina.
- Hetta hevur givið úrslit, leggur hon dent á.
Rúna Sivertsen vísir á, at í nógv ár hevur Svøríki ligið á odda, tá ið ræður um ferðslutrygd, og nú eru bæði Noreg og eisini Danmark væl á veg at fáa talið av deyðs-og álvarsligum ferðsluvanlukkum niður.
- Men her hjá okkum verður ikki gjørt nóg mikið, og hetta sæst tíverri aftur í syndarligu og álvarsligu ferðsluvanlukkunum, sum í Føroyum eru nógv fleiri í mun til fólkatalið enn í okkara grannalondum.
Formaðurin í Ráðnum fyri Ferðtrygd leggur áherðslu á, at tað er avgerandi neyðugt við fullum áhuga frá politiskari síðu fyri at fáa lyft ferðslutrygdina í Føroyum upp hægsta stig.