Føroya Fiskimannafelag hevur í dag lagt út á sína heimasíðu bræv, sum felagið hevur sent Føroya løgtingi og landsstýri. Í brævinum sigur felagið seg vilja gera vart við, at Føroyar eru vorðnar meira anarkistiskar, enn gott er, og at landið er víðopið fyri einari innrás av bíligari arbeiðsmegi.
- Vit eru vitni til, at okkara lívsgrundarlag spakuliga verður tikið undan okkum við tað, at føroyskir fiskimenn missa sín rætt til at vinna til lívsins uppihald á havinum.
Føroya Fiskimannafelag heldur, at bíliga arbeiðsmegin ger, at vit ikki klára at seta nýtt fólk við.
- Hetta er sera óheppið fyri okkum sum fiskivinnutjóð. Um vit ikki klára at virka eftir føroyskum viðurskiftum og sáttmálum, verða vit tænarar í egnum landi. Hetta hvørki kunnu ella vilja vit góðtaka.
Nevndin í Føroya Fiskimannafelag heitir tí á Føroya løgting og landsstýri um at bera so í bandi, at einki fiskiloyvi verður útskrivað, uttan at tað er ein treyt, at sáttmálarnir við manningarfeløgini verða fylgdir.










