Føroyar er størri enn Italia

Nigel Worthington, lands­liðs­venjari hjá Norður-Írland, sigur við SkySports, at dysturin móti Føroyum er størri enn dyst­urin móti Italia, sum var fríggja­kvøldið.
– Fyri okkum er hesin dyst­urin størri, tí nú vænta øll, at vit fara at vinna. Føroyar hava ein bretskan venjara, sum kennur bretskan fótbólt. Teir hava vanliga fleiri leikarar aftan fyri bóltin, og teir fara helst at seta kílar í okkara álopsspæl, sigur Nigel Worthington vð SkySports News.
Norður-Írland hevur fingið eina góðan byjan upp á EM-undankappingina. Liðið hevur vunnu á útivølli móti Slovenia, og fríggjakvøldið spældu teir málleysan javnleik móti Italia á Winsor Park í Belfast.
– Tað er gleðiligt, at vit í teimum báðum fyrstu dyst­unum hava hildið nullið. Vit vístu móti Italia, at vit ræðast ikki nakran, sigur Nigel Worthington.
Um Norður-Írland vinnur dystin á Svangaskarði, so eru teir væl fyri í kappingini.
– Dysturin móti Føroyum er ein dystur, sum vit skulu vinna, um vit vilja víðari. Vit hava góð­an møguleikan at koma í eina góða støðu týsdagin, sigur lands­liðsvenjarin at enda.