Lutakastið til UEFA Nations League kappingina er í dag klokkan 11:00. Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður lutakast hjá UEFA hildið í sveisiska býnum, Lausanne. In.fo fylgir sjálvsagt lutakastinum beinleiðis og uppdaterar leypandi undir her, inntil deildin hjá Føroyum er liðugt drigin.
UEFA Nations League uppdatering:
Lutakastið:
Deild 4 (Division 4)
Bólkur 1: Andorra, Kasakstan, Lettland, Georgia.
Bólkur 2: San Marino, Moldova, Luksembourg, Hvítarussland.
Bólkur 3: Kosovo, Malta, FØROYAR, Aserbadjan.
Bólkur 4: Gibraltar, Liktinstein, Armenia, Makedonia.
Nú verður trekt lut.
Tað næsta hevur verið, at UEFA hevur kunngjørt steypið fyri UEFA Nations League kappingina.
Tað fyrsta, ið hevur verið á skránni er, at UEFA hevur kunngjørt ein nýggjan sang, sum skal spælast til allar UEFA Nations League dystirnar. Eisini hevur UEFA greitt frá, hvussu kappingin er skipað.