Føroyska U18-landsliðið í kvinnuhondbólti hevur luttikið í European Open-kappingini, sum er blivin spæld í Göteborg í hesari vikuni. Í morgun var síðsti dystur á skránni, tá ið føroysku genturnar skuldu spæla plaseringsdyst ímóti Íslandi, har spælt varð um at enda nummar 13 ella 14 í kappingini, ið taldi 18 lið.
Føroyar komu illa frá byrjan og vóru eitt skifti aftanfyri 6-2 í fyrra hálvleiki. Ungu, føroysku kvinnurnar megnaðu tó at fóta sær og komu upp aftur á 6-6. Tó var tað Ísland, ið fór til hálvleiks við teprari leiðslu - 9-8.
Í seinna hálvleiki kom Ísland skjótt á odda 14-11, og eftir hetta megnaði føroyska liðið ongantíð veruliga at svara aftur. Munurin á liðunum bleiv ongantíð tættari enn tvey mál, og endaliga úrslitið gjørdist 17-15 til Ísland.
Sostatt enda Føroyar nummar 14 í European Open. Føroysku genturnar vunnu tríggjar dystir og taptu somuleiðis tríggjar.
Føroysku málskjúttarnir síggjast niðanfyri.
Føroyar-Ísland 15-17 (8-9)
Føroyar: Tóra Eliasen 3, Marianna Geirsdóttir Eystberg 3, Siw Matras Larsen 3, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Súna Krossteig Hansen 1, Rannvá Dahl Hanusson 1 og Naja Topholm Thomsen 1.