Føroyar enda sum oligarki

Einstaklingar, sum ár eftir ár ríka seg upp við at fáa tillutað fiskirættindi fyri milliónir, eiga skjótt allar Føroyar, sigur búskaparfrøðingurin, Kári Petersen, sum ávarar ímóti oligarki

Í fleiri ár hevur politiska skipanin latið stór virðir út til nakrar fáar einstaklingar. Hetta fær álvarsamar avleiðingar fyri landið, sambært Kára Petersen, búskaparfrøðingi.
- Landsstýrið skrivar út fiskiloyvir fyri fleiri ár framyvir. Einki forðar hesum persónum í at selja tey fyri milliardir. Samfelagsligu avleiðingarnar av hesum langu loyvum uttan lógarásett tilfeingisgjald eru álvarsamar, sigur Kári Petersen. Hann ávarar ímóti, at ein miðsavning av valdinum fer fram, og at Føroyar verða eitt oligarki - ella fámannaveldi.
- Miðsavningin av valdinum førir til, at nøkur fá fólk fara at eiga milliardir, og tey fara eftir nøkrum árum at ráða yvir restini av føroyska vinnulívinum og samfelagnum annars, sigur hann. Hetta sæst til dømis í Íslandi og Russlandi.
Lógin um vinnuligan fiskiskap er frá 1994. Hon sigur, at fiskurin, sum livir í sjónum, er ogn Føroya fólks, men heimilar landsstýrinum at skriva út fiskiloyvir yvir 10 ár.
Við at geva loyvir í 10 ár, loyvir landsstýrið tí persóninum, sum hevur loyvið, at selja rættindini næstu 10 árini. Gevur loyvið eitt stórt avkast tey 10 árini, so kann loyvishavarin selja skipið við loyvinum fyri stórar upphæddir. Er loyvið til dømis vert 20 milliónir um árið, so kann skipið seljast við einum eyka virði á umleið 200 milliónir.
At selja inntøkurnar í nógv ár í framtíðini til marknaðarvirðið nú, verður nevnt kapitalisering. Tann, sum selur skip við loyvum, fær peningin. Tann, sum eftir lógini eigur rættindini (Føroya fólk), fær einki, greiðir Kári Petersen frá.

Leggur upp til strámenn og óskipað viðurskifti
Av tí at fiskivinnuskipanin gevur einkarrættindi, verður lutfalsliga alt ov stórt yvirskot í hesum reiðaríunum, sum fáa fiskiloyvini, og tað eru nøkur fá, sterk reiðarí, sum hava stødd til at fiska allan fiskin.
- Innan uppisjóvarvinnuna fáa nakrir fáir aktørar fiskirættindi ókeypis, sum hava eitt marknaðarvirði á minst 400 milliónir krónur og gevur eitt avreiðingarvirði á 1,3 milliardir. Tað vil siga, at teir fáa 400 milliónir krónur forerandi hvørt ár. Tí verður yvirskotið øgiliga nógv ov stórt, sigur Kári Petersen.
Tað ávirkar samfelagið uppá nógvar mátar, at fólk verða tillutað ein framíhjárætt til stór ríkidømi uttan nakra orsøk. Yvirskotið verður ónáttúrliga stórt, sigur Kári Petersen.
Hetta ónormalt stóra yvirskotið kallast tilfeingisrenta. Tilfeingisgjaldið er nakað annað, tað er tað, sum ein reiðari átti at keypt fiskirættindini fyri - upphæddin svarar ofta til tilfeingisrentuna, og tryggjar eina sunna vinnu. Tað ónormala yvirskotið er ikki sunt fyri vinnuna, tí tað førir til, at tað verður eitt øgiligt trýst á at koma inn í vinnuna, og so er tað, at vit fáa viðurskifti við útlendskum eigarum, tí tað eru bara útlendingar, sum hava ráð til at keypa skip við veiðurættindum, sum eru fleiri 100 milliónir verd.
- Hendan skipanin er størsta skandalan, sum er í føroyskum politikki í dag, og hon eigur
at verða broytt, so veiðirættindini verða seld fyri tað, sum tey eru verd, sigur Kári Petersen.

---------------

Anita
Sendingin Anita vísti, at føroyska leiðslan í Seta einans er á papírinum. Í praksis verður tað stýrt aðrastaðni frá - bæði skipið og reiðaríið.
Reiðaríið Seta varð selt í 2012 til Søren Christiansen fyri 6,9 milliónir krónur.
Søren Christiansen eigur tveir triðjingar av reiðarínum og ein spanskur partaeigari, eigur ein triðjing. Smápartafelagið hjá Søreni Christiansen hevur lænt 4,7 milliónir krónur, hóast felagið einans hevur 80.000 kr í partapeningi. Tað er sannlíkt, at lánið er givið av sponsku eigarunum til eina rentu, sum er so høg, at felagið verður tømt fyri allar pengar. Tí hevur reiðarið einki yvirskot, hóast sera lágar útreiðslur til lønir.

Føroysk lóg sigur, at útlendingar ikki mugu hava ræðisrætt á skipi, sum fær føroysk fiskirættindi. Men tað er bert ein spurningur um, hvussu tú skipar teg. Tað gerst alt meiri vanligt, at føroyingar standa sum eigarar á pappírinum, men teir hava útlendskar partnarar og ein sáttmála, sum sigur, at tað eru útlendsku eigararnar, sum taka avgerðirnar. Tá fiskiloyvið verða keypt og seld, eru tað loyvir, sum landi gevur burtur, men sum privatir persónar selja.
Formanni í vinnunevndini, Alfred Olsen heldur ikki, at lógin um ræðisrættin skal broytast.
"Sjálv lógin, um hon verður fylgd, so riggar hon fínt. Tað er bara tað, at í dag, verða fleiri spurningar settir við, riggar hon, sum vit hava lóggivið, at hon skal rigga" sigur hann.

Ein strámaður er ein, sum man setur fremst fyri at fáa nøkur rættindi, sum man annars ikki hevði fingið.

At føroyski skiparin er flaggskipari merkir, at hann er bert skrásettur, tí føroysk lóg krevur, at skiparin hevur hevur heimarætt í Føroyum, men í praksis eru tað aðrir, sum stýra skipinum