Føroyar eru farnar eitt pláss fram á seinasta styrkislistanum hjá FIFA. Listin varð gjørdur upp í farnu viku, og Føroyar eru nummar 182 á nýggjasta listanum. 207 lond eru við á listanum, og Føroyar liggja tí í tunga endanum av listanum. Italia verður ikki roknað sum heimsins sterkasta tjóð longur, tí sambært FIFA-listanum er tað nú Argentina, sum hevur munin á øllum hinum londunum í heiminum. Italia er nummar 2 og Brasil nummar 3.









