Føroyar - eitt herligt land, tó ofta við løgnum hugburði

1. partur

Øvundin, sum er náðileysur gestur, hevur alt ov ofta verið boðin vælkomin, og við sínum fastatøkum, hevur hon eisini gjørt um seg á harmiligan hátt

 

Her liggja vit 48túsund borgarar mitt úti í Norðuratlantshavi millum 4 og 500 kilometrar til næstu grannar. Eitt vakurt land, halda vitjandi, grønar oyggjar tó við lítlum trævøkstri. Klár luft og stórt sæð reinur sjógvur.

Útflutningur Føroya hevur heila øld verið fiskur, lítið viðgjørdur, tó hava nógvar royndir verið við meiri viðgjørdum vørum, bæði væl men eisini minni væleydnaðar. Fiskaútflutningur er seinastu tíðina farin úr 95% upp í 96% av heildarútflutninginum.

Hóast føroyskur fiskaútflutningur áhaldandi liggur uppi undir 100 prosentum, hevur seinastu hálvu øldina verið tosað um at fáa “onnur bein” at standa á. Striltið hevur gingið, tí ikki er so lætt at finna uppá og fremja óroynd hugskot. Oljan, kunningartøkni, ferðavinnan eru nakrir møguleikar, sum eru og verða royndir. Her krevst kapitalur, serkunleiki, arbeiðssemi og úrhaldni. Hetta fer helst at geva meiri í framtíðini.

 

Íløguhugur og politikarar

Politiski bygnaðurin er ótrúliga fløktur við bæði sjálvstýri/sambandi og vinstra/høgra, hetta ger eisini, at politiskar avgerðir eru veikar, meiri langdrignar enn neyðugt, persónsávirkaðar og til tíðir alt ov ávirkaðar av mótstøðuhugburði millum flokkar.

Øvundin, sum er náðileysur gestur, hevur alt ov ofta verið boðin vælkomin, og við sínum fastatøkum, hevur hon eisini gjørt um seg á harmiligan hátt.

Ofta er frammi í politiskum høpi og tí í miðlunum, at Føroyar eiga at gerast gott íløguland, at vit skulu fáa serkøn fólk higar, fyri at byggja landið væl á eina framtíð.

Tíverri hevur víst seg, at føroysku politisku flokkarnir eru alt ov bangnir fyri, at teir, sum gera íløgur vinna ov nógvan pening. Vit hava sæð atsóknirnar ímóti Røkke, eisini, tá persónar, sum hava stríðst alt sítt lív við vinnu á sjógvi og á landi, givið hópin av fólki arbeiði, hava selt sínar fyritøkur, kanska fyri at gera øðrvísið íløgur og fingið peningin fyri sínar íløgur, hvussu miskunnarleyst hevur verið farið eftir teimum bæði frá politiskari síðu og frá fjølmiðlunum. Tí hetta siga tey vera órættur.

Einki nýtt er, at tá maður átti eitt skip, og tað gekk nøkulunda, var hann óførur, fekk hann sær tvey skip, varð spurt, hvar hann hevði fingið peningin frá, og tá triðja skipið var fram undir at koma, var spurningurin um hann var hálvkriminellur.

Skulu Føroyar komast veruliga undan, er neyðugt at øvundin hjá ráðandi og fjølmiðlum fer aftur við borðinum, at politikarar ikki tosa so niðurgerandi um okkara høvuðsvinnu, tí so fara fjølmiðlarnir og onnur at hugsa seg um.

 

Marknaðkanning og marknaðføring

Fiskivinnan er framvegis okkara høvuðsvinna og útflutningsvøra nummar eitt við 96 prosentum av heildarútflutninginum, hon er fyrsta og grundleggjandi liðið í føðiketuni, alt annað er bygt á fiskivinnuna, bæði tænastuvinnan, okkara brúkarasamfelag og almenni sektorurin.

Annað er so, at skulu vit framleiða meiri viðgjørdar vørur við egnum logo, og tað eiga vit, sum t.d. Royal Greenland ger, og sum er við til at gera landið kent á øllum økjum, so skulu heilt aðrar upphæddir setast av á røttum staði til marknaðkanningar og marknaðføring. - Tað eiga vit at gera.

Ja, Føroyar er eitt herligt land, men í mongum førum við einum løgnum hugburði, um fram skal vinnast.