Seinasta skotið á bulinum er, at teir, sum gjøgnumførdu Føroyar sum eitt valdømi staðfesta nú, at tað - og júst tað – er orsøkin til, at alt er endað í kaos
Av teirri orsøk, at Føroyar ikki kundi verða stjórnað so leingi sjey valdømi vóru, kom Edmund Joensen, royndur og sjarmerandi politikari, við uppskoti fyri tingið, at neyðugt var at gera Føroyar til eitt valdømi.
Ávísir samfelagsfrøðingar vóru eisini samdir um, at hetta var rættur vegur at ganga, burtursæð frá Jógvani Mørkøre og Zacharisi Vang, sum vóru heldur varnir við at leypa út í hetta heldur ókenda so í óðum verkum.
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Ejdesgaard, fór í bát við Edmundi, tí, skuldi Føroyar komast undan, fáa Visjón 2015 setta í verk, har Føroyar verða millum heimsins fremstu lond, bar ikki til at varðveita økini uttanfyri høvuðsstaðin. Hesum atkvøddi so eisini Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi, fyri.
Føroyar, sum so gott einasta land í heiminum, skuldi gerast eitt valdømi, yngri kreftir við akademiskari bakgrund skuldu nú á ting, og fiskivinnan, sum hevur verið hollur hornasteinur, átti at tynnast sammett við vitanarpolitikkin.
Fiskivinnan rindar fyri undirhaldsbransjuna
Grundgevingin fyri einum valdømi var, at alt skuldi savnast í ein høvuðsstað, ein metropol, tí annars fekst ikki ein styrkt vitanarvinna, fremstu serfrøðingar, granskarar og útlendskar íleggjarar fóru at flyta higar.
Val var 19. januar 2008 - fyrsta valið við einum valdømi.
Føroyar er eitt herligt land, men er eisini sjáldsamt!
Læknastjórin á Landssjúkrahúsinum leypir í miðlunum áhaldandi á smærru sjúkrahúsini, tí Landssjúkrahúsið ongantíð hevur virkað optimalt, bara teir fáa meiri rakstrarkapital, so hevði alt riggað – eingin politikari mótmælir hesum tosi. Vit kunnu so bara spyrja hví?
Skrivarin í Reiðarafelgnum vísir á, at stjórin á Havstovuni vil ikki vita av fiskidagaskipanini og kennist veikur yvirfyri sínum feløgum í útlondum og teimum londum samráðast skulu við.
Stjórin á Hagstovuni sigur, at vit skuldu verið 6.000 fólk fleiri, tí, so sá ørvðísið út, og Føroyar høvdu klára seg nógv betri, tí so komu øll í arbeiði.
Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya vil hava 1.8 mió. krónur afturat, so er tann parturin av vitanini bjargað.
Løgtingsins umboðsmaður gevur nevs til høgru og vinstru, og allur føroyski fjølmiðlaheimurin uppiheldur almenna sektorin við fyrispurningum, so almenni bygnaðurin má økjast. Einasta ávirkanin er, at við hesum hava tey møguleika at undirhalda hvønn annan, meðan fiskivinnan í høvuðsheitum rindar.
Kultururin – ella mentanin – sigur, at føroyski politikarin er ómentaður og tørvar at vera meiri sostifikeraður. Syrgið fyri at gjalda! Hetta fer at bjarga føroysku marknaðføringini, at branda Føroyar.
Føroyska fiskivinnan, sum í løtuni gevur hall, orsakað av lágum fiskaprísum og høgum kostnaði, skal bera alla hesa undirhaldsbransjuna og meiri afturat.
So sprettir seinasta skotið á bulinum, at teir, sum gjøgnumførdu Føroyar sum eitt valdømi staðfesta nú, at tað - og júst tað - er orsøkin til, at alt er endað í kaos.
Lógarbroytingar eru loysunarorðini, tá onki virkar, hóast prógvað er, eisini í útheimi, at tað er sjáldan, at lógarbroyting hjálpir, tá tað er fyri at leypa um har garður er lægstur. Tikið eigur at vera um “sjúkuna” við rótina, ofra tíð og kreftir uppá málið og soleiðis fekst samfelagið at virka og dynamikkur aftur kom í samfelagið.
Føroyar er eitt herligt land – men er eisini sjáldsamt! – Ella er tað nú tað!










