Føroyar eitt fantastiskt og spennandi land

Eftir at norsku forsætisráðharrahjúnini vóru farin av landinum aftur í dag, vitjaði norski journalisturin, Astrid Randen og upptøkumaðurin, Helge Tvedten, hjá NRK í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Tey hava fylgt forsætisráðharranum á vitjan síni í Føroyum, og nú høvdu tey hug at vita, hvussu virksemið í einum føroysku blaðhúsi er. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, tók sær av norsku gestunum í dag og greiddi teimum frá virkseminum, sum er í Miðlahúsinum.

Tá Astrid Randen og Helge Tvedten vóru á veg avstað aftur, spurdu vit tey, um tey høvdu verið í Føroyum áður. Nei, tað høvdu tey ikki, og vit spurdu so eisini, hvørja mynd tey hava gjørt sær av Føroyum á stuttu vitjanini.

- Vit halda, at Føroyar er eitt yndugt, fantastiskt og spennandi land, og her er nógv meiri lív í enn eitt nú í Hetlandi, har vit eisini hava verið.

Bæði vóru tey samd um, at tey gjarna vildu komið til Føroyar aftur eina aðru ferð.

Astrid Randen og Helge Tvedten hava búð á Hotel Føroyum, og tey bera hotellinum alt gott. Tey komu í gjár og fara avstað aftur í morgin.

- Jo, vi bor på hotellet der oppe på fjellet, segði Astrid Randen.

Í gjár var tjóðardagur Noregs, og sum Portalurin skilti, høvdu tey hátíðarhildið dagin í gjár, tó at tey vóru stødd í Føroyum.

Myndina tók Álvur Haraldsen í Miðlahúsinum í dag.