Føroyar - einar ella fleiri? Hvørji eru »vit«?

Signar P. Heinesen
???????????????
Skulu vit vinna framá, er ein tann fyrsti spurningurin, sum settur verður, hvørji "vit" eru. Í so mongum av lívsins viðurskiftum er hesin spurningurin so ein-faldur, at orð neyvan verða sett á hann. Sum so mangir spurningar, verður hann svaraður, áðrenn hann varð spurdur. Viðhvørt kunnu svar uppá slíkar óspurdar spurningar verða til mikið ógagn.
Ein týðandi partur av kjakinum í Føroyum snýr seg um, hvussu vit skipa okkum. Nógv væl lærd - og væl meinandi - fólk hava í fleiri ár roynt at benda okk-ara skipan móti størri kommunueindum, einum valdømi, liberalisering av marknaðinum, greiðum ábyrgdarbýti o.s.fr. Mangur fær tað til at vera sjálvsagt, at soleiðis er best at skipa seg. Men er tað so? Hvør er fortreytin undir hesum skipanum? Mítt boð er, at ein av høvuðsfortreytunum er, at Føroyar er eitt land, sum onnur lond. Eitt land, har mangar skipanir eru at kalla sjálvvirkandi, um-framt at landið er ein marknaður. Ein arbeiðs-marknaður, ein kapital-marknaður, ein elmarkn-aður, ein fjarskiftismarkn-aður o.s.fr.
Er hetta ein rímilig fortreyt? Og um hetta ikki er ein rímilig fortreyt, fær tað so avgerðandi ávirkan á, hvør skipan er heppin og hvør skipan er óheppin?
Heimsins minsta veruliga tjóð?
Fleiri av heimsins ríkjum eru smá - heilt smá og væl minni enn Føroyar. Men finst nøkur minni tjóð í heiminum, sum er so "sjálvstøðug" og samstundis so rík, sum Føroyar? Eru ikki allar hinar ríku, smáu tjóðirnar annaðhvørt eitt "smørhol" millum onnur rík lond, nógv stuðlað frá øðrum landi, skattaparadís ella eitthvørt annað, sum vit onkursvegna kunnu siga, er eitt sindur "óveruligt" fyri eina tjóð? Føroyar hava eitt fjøltáttað mentanarlív við egnum máli, og samanborið við Monaco ella Isle of Man hava vit eisini eitt fjøltáttað vinnulív.
Framburðurin í Føroyum frá 1856 til í dag - ein tulking
At vanligi føroyingurin í allari túsund ára langu søgu okkara hevur verið væl frælsari enn vanligi borgarin úti í heimi um somu tíð, er helst ein veruleiki, vit sjáldan geva okkum far um. Fríhandilin í 1856 gav møguleikan fyri vinnuligari menning í landinum, men ikki fyrr enn um aldarskiftið 1900 var hesin møguleikin búgvin í nakran mun. Fyrsta sluppin í 1876 skuldi vísa seg at kollvelta føroyska samfelagið eftir rími-liga stuttari tíð og gjørdist okkara lívsgrundarlag, sum nú rillar. Um aldarskiftið 1900 vóru føroyingar ser-liga væl fyri og løgdu stórar ætlanir. Tá var eitt telefonnet stungið út í kortið, eitt havnanet, eitt veganet og royndir vóru eisini gjørdar at fáa eitt elnet. Á mentanarliga økinum bygdu føroy-ingar eina mentan um tað føroyska málið, eins og onnur mentanarlig framtøk vóru gjørd. Kreppan seinast í 20-unum og 30-árunum og seinni heimsbardagi gjørdu, at hesar ætlanir fingu eitt skot fyri bógvin, tó at mentanarbyggingin helt áfram.
Eftir kríggið tóku føroyingar aftur við. Hóast 50-árini vóru sera trupul, stungu føroyingar stórar ætlanir út í kortið tá. Eitt veganet, eitt elnet, eitt fróðskaparsetur og havnir kring landið vóru nøkur av teim stóru prosjektunum. Á vinnuligu síðuni var tað serliga Sjóvinnubankin og Føroya Fiskasøla, sum vóru stór felags tøk. Hetta varð alt stungið út í kortið og sett í verk í eini tíð, tá ið tað var svangligt hjá mangum føroyingi.
Øll hendan menningin var eitt felags føroyskt átak. Øll prosjektini at kalla vóru sett í verk í felag fyri allar Føroyar. Hálvthundrað kommunur vóru nóg samdar til, at tað bar til at byggja eitt elnet upp í Føroyum. Tíggjutals eindir í fiskivinnuni vóru nóg samdar um, at tað var skil í at byggja eina fiskasølu upp í felag. Politikarar úr sjey valdømum og 50 kommunum (tá vóru vegir kommu-nalir) vóru nóg samdir um at byggja eitt veganet, at tað bar til at gera eina brúkiliga skipan.
Steinur var lagdur oman á stein. Eitt klípi nú og annað tá. At vilja tað sama saman. Tann, sum hevur sitið á fundi við onkrum av hesum gomlu bygdarráðsformonnum ella øðrum og tikið við læru, hevur fingið í blóðið, hvat hesin fiksi setningurin merkir í prak-sis.
Hesi høvdu eina greiða fatan av Føroyum, sum eitt felags menningarprosjekt. Um tað vóru 50 kommunur ella sjey valdømi ella 60 flakavirki var ikki so avgerandi. Tey bygdu skipanir, sum knýttu hesi nógvu til ta einu skipanina. Tá ið ein skilamaður ella eitt konubrot rópti "ohoy", tá hálaðu tey flestu í tað, sum tey høvdu fingið at hála í. Tey vistu nøkunlunda, nær teirra túrur var at fáa í sín part. Og Føroyar fluttu seg framá.
Ein slík tulking fer lætt um mangt og hvat, umframt at hon kann tykjast í so romantisk. Til okkara endamál eru tað tær stóru linjurnar, sum helst skulu hómast. Hvat fólk ítøkiliga hava hugsað, hvat er tilvild og hvørji nyttuleys kegl eisini er partur av somu søgu, er óviðkomandi í hesum føri.
Tá og nú - enn ein tulking
Tíðin er broytt og umheimurin er broyttur - fyri ikki at siga kollveltur. Tað ídnaðarsamfelagið, sum okkara fólk royndi at virka í, er eitt heilt annað í dag. Onkur nevnir tað "net-samfelagið", annar "vitanarsamfelagið", triði "dream society", fjórði "creative man"-samfelagið. Fleiri heiti verða sett á.
Seinastu 10-15 árini hava vit roynt okkum við einum øðrum høvuðssjónarmiði av Føroyum. Umsiting, vinnupolitikkur, komm-unupolitikkur, mentanarpolitikkur o.a. verður skipað, sum um Føroyar eru eitt land, ein marknaður við fleiri sjálvvirkandi skipanum.
Sjey atskild aðalráð, eitt mál um 7-9 kommunalar eindir við hvør sínum almannaverki, skúlaverki o.ø., eitt mál um eitt frælst el-net við fleiri elveitarum, eitt mál um eitt frælst fjarskiftisnet við fleiri fjarskiftisveitarum, frælsi hjá fremmandum kapitali at koma inn á okkara tilfeingisgrundarlag, karmar í vinnupolitikkinum o.s.fr. Listin er langur. Føroyar eru ikki longur "eitt prosjekt Føroyar", men heldur eitt prosjekt "skipan av føroyska marknaðinum".
Tær skipanir, sum gjørdu Føroyar til eina eind, eru í stórum og heilum burturbeindar bæði á umsitingarliga økinum, vinnuliga økinum og mentanarliga økinum. Skilamaðurin og konubrotið eru nú sjáld-som í okkara leiðslu. Loysunarorðið er nú ikki "ohoy", men innanlands kapping og hóttanir. Tora vit at hugsa tankan, at fleiri av teim loysnunum, sum settar vórðu í verk í nítiárunum, eru týðandi partur av okkara trupulleikum í dag? Tora vit at hugsa tankan, at fleiri skipanir frá nítiárunum eru til stórt ógagn í dag? Tora vit at hugsa tankan, at heldur ikki skipanir frá tíðini fyri 1990 eru gagnligar í dag? Tora vit at hugsa tankan, at tað heldur ikki ber til at finna frægastu skipanir aðra staðni í heimi? Tora vit at hugsa tankan, at vit - vit føroyingar, sum vilja felags framburð - standa einsamøll við uppgávuni?
Fáur borgari veit í dag, hvar hann skal geva sítt íkast, hvussu fegin hann vildi tað. Skal hann keypa ella selja? Skal hann toga ella trýsta? Skal hann byggja ella bróta niður? Skal hann menna ella kvetta á stokkinum? Skal hann tiga ella tala? Um hann ynskir at tala, hvønn talar hann tá við? Um hann heldur seg hava funnið eitt embæti at tala við, hevur hann tá álit á persóninum í embætinum?
Týðandi ábendingar eru um, at fleiri fólk í føroyskum vinnulívi í dag í stóran mun hava mist viljan til "tað føroyska menningarprosjektið" - helst tí ilt er at síggja nakað slíkt "prosjekt". "Commitment" er eitt fremmant orð, sum lýsir veruleikan aftanfyri viljan til felags tøk út í tað óvissa. Tá ið vanligi borgarin hevur mist viljan til felags tøk, har óvissan er stór, tá er vandi á ferð. Kemur tað so langt. Eisini eru týðandi ábendingar um, at fleiri og fleiri hava ikki álit á almennum skipanum, eins og fleiri og fleiri viðkomandi fólk ikki halda tað vera ómakin vert at seta seg í samband við týðandi part av formligu leiðsluni.
Føroyar - einar?
Hvussu mong innan telemarknaðin rokna í dag 50.000 fólk sum ein tele-marknað? Hvussu nógv innan elmarknaðin rokna í dag 50.000 fólk sum ein el-marknað?
Hvørjar "marknaðir" skulu vit festa okkara eygu á? Skulu vit festa okkara eygu á Føroyar, sum ein marknað? Skulu vit heldur festa okkara eygu á útlendskar marknaðir og síggja Føroyar, sum felags útgangsstøðið? Og hvat merkir tað í praksis? Hvussu byggja vit brýr millum marknaðir? Hava vit yvirhøvur eina realistiska fatan av útlendska marknaðinum? Á hvørjum økjum virka Føroyar sum ein marknaður og á hvørj-um økjum virka tær ikki sum ein marknaður?
Hvussu nógvar størri eindir eru neyðugar, áðrenn tað ber til at tosa um eitt marknaðarskikkað samfelag? Hvør samanseting av smáum og størri virkjum er neyðug, skal tað hava nakra meining at tosa um ein marknað? Og hvat hendir, um vit brúka marknaðaramboð, har tað ikki gevur meining? Tora vit at spyrja, um trupulleikarnir í alingini í løtuni partvíst er eitt úrslit av hesum?
Hvørji eyðkenni eru við teimum einstøku virkjunum inni í einum væl virkandi altjóða marknaði? Eru hesi eyðkenni eisini eyðkenni fyri føroysku fyritøkurnar, sum vit kenna tær í dag?
Mangur tosar um fremmandan kapital í Føroyum. Men fáur spyr eftir føroyskum kapitali í útlondum. Hvørji eyðkenni hevur fremmandur kapitalur? Hvørjir eru "útlendsku" keypararnir hjá Vónini? Eru tað ikki m.o. føroyingar í fremmandum skipum? Kapitalur verður stýrdur og tey, sum stýra, eru partur av eini tjóð. Kapitalurin kennir kanska ikki landamørk, men tey, sum stýra kapitalinum kenna landamørk. Tora vit at hugsa tankan, at eins neyðugur fremmandur kapitalur er í føroyska samfelagnum - eins neyðugur er føroyskur kapitalur á altjóða leikpallinum? Tora vit at hugsa tankan, at einvegis fremmandur kapitalur til Føroyar kann verða til ógagns?
Um vit spjaða Føroya Fiskavirking? Um útlendingar keypa Føroya Fiska-virking? Um vit petta Føroya Tele í smábitar? Um vit tæga SEV sundur? Um útlendingar keypa Havsbrún? Um útlendingar keypa Føroya Banka? Um útlendingar keypa Lív? Um útlendingar eiga alla aling á føroysku firðunum? Hvørjar eindir hava vit tá, sum kunnu standa aftanfyri einari føroyskari menning? Hvørjar ítøkiligar uppgávur skulu verða grundarlag undir eini menning? Hvørjir ítøkiligir persónar, skulu standa aftanfyri eini menning? Hvør ítøkiligur kapitalur skal setast í spæl? Ella halda vit, at menningin kemur sum Dannebrog á sinni - fallandi av himni?
Og hvat er "tað almenna" í øllum hesum meldrinum?
Mangir spurningar eru ósvaraðir. Mangir teirra enntá óspurdir. Vit hava tó eina greiða hóming av, at Føroyar í fægstu førum kunnu tulkast sum ein marknaður - um tað er fjarskifti, el, arbeiðsmarknaður, kapitalmarknaður ella annað. Vit hava eisini eina greiða hóming av, at Føroyar neyvan kunnu tulkast sum "fleiri", men heldur sum "einar". Eg havi eisini ein varhuga av, at fleiri við mær hava eina rímiliga greiða hóming av, hvat hetta "einar Føroyar" er. Hendan hóming er nóg greið til, at eg haldi tað vera vandamikið at tæga alt sundur, sum hevur nakra megi. So vandamikið, at stórskaði kann standast av tí.
At skyna á, hvørji" vit" eru, er enn eitt gylt handverk. Ikki at duga hetta handverkið í eini leiðslustøðu kann gerast lagnan hjá teimum, sum settu sítt álit á leiðsluna. Um tað er eitt land, eitt felag ella eitt húsarhald.