Ingmar Valdemarson á Løgmansbø hevur lisið BA Umhvørvislívfrøði og planlegging og tekur nú eina kandidat innan Vísindafrøði á Aarhus universiteti. Hann er umhvørvisaktivistur og samstovnari av umhvørvisfelagsskapinum Ringrás.
Hann greiðir frá, at í Føroyum í dag eru fleiri økir ítøkiliga, har tørvur er á átroðkandi átøkum og bata. Summir trupulleikar byrja og enda í Føroyum, meðan aðrir eru meiri altjóða. Teir lokalu dálkingar- og náttúruoyðingartrupulleikarnir hava meiri bráðfeingis árin, meðan altjóða trupulleikar so sum veðurlagsbroytingar eru ein støðugt vaksandi og altumfevnandi hóttan.
Hann heldur, at fyri at tálma tí lokalu byrðuni á náttúruna mugu vit hava eina náttúrumargfeldislóg, ið setir karmarnar fyri burðardygga gagnnýtslu av náttúruni.
– Men slíkir lokalir batar eru ikki nóg mikið. Veðurlagið er jú karmur um øll onnur náttúruviðurskifti. Tí er tað neyðugt, at vit í Føroyum taka virknan og ábyrgdarfullan lut í altjóða arbeiðinum at basa veðurlagsbroytingum, sigur hann.
– Vit hava tørv á einari nýggjari bindandi veðurlagslóg, sum kann skunda undir orkuskiftið. Óbindandi veðurlagspolitikkurin frá 2009 megnaði ikki at minka um Føroyska útlátið. Ítøkilig átøk mugu setast í verk sum skjótast, staðfestir hann eisini.
Les longri samrøðu við Ingmar Valdemarson á Løgmansbø í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her. Í blaðnum hetta vikuskifti eisini stórt tema um umhvørvi frá ymiskum vinklum.