Heilur fiskur
- Tað eru ikki vit, sum gera spælireglurnar viðvíkjandi útflutningi av fiski. Tað gera tey, sum sita í Tinganesi. Vit kunnu ikki bara sita hendur í favn ? og einki gera.
Soleiðis tekur Birgir F. Kass til, sum starvast á deildini hjá Faroe Seafood í Bretlandi, nú Sosialurin herfyri prentaði eitt skriv, har felagið bjóðar sínum viðskiftafólkum heilan fisk.
- Vit vilja helst virka fiskin í Føroyum, og tað gera vit so sanniliga eisini. Tað er ikki við okkara vilja, at Føroyar í ávísan mun kunnu samanberast við eina banan-tjóð, sum sendir sína rávøru óvirkaða av landinum.
Birgir F. Kass vísir eins og stjórin, Meinhard Jacobsen, á, at nøgdirnar av heilum fiski, sum Føroya Fiskavirking hevur útflutt óvirkaðar, eru forsvinnandi smáar.
- Okkara uppgáva er eins og hjá øðrum keyparum og framleiðarum at tjena pening, sigur Birgir F. Kass.