Føroyar eigur størsta fallið

Føroyska fótbóltslandsliðið er dottið heili 33 pláss aftur á nýggjasta FIFA styrkilistanum. Vit liggja nú ájavnt við Nepal á 155. plássið. Spania er ovast, meðan Brazil er á einum metlágum 11. plássi.

 

Føroyska landsliðið hevur ikki verið í eldinum síðani 6. oktobur, tá vit taptu 3-1 fyri Serbia í Beograd. Tað kostar nú dýrt á FIFA styrkilistanum. Føroyar eru tað landið, ið hevur gjørt størst afturstig á listanum, sum er júst er kunngjørdur. Vit eru farin frá at verða nummar 122 til 155 av teimum 205 londinum, sum eru á FIFA styrkilistanum.

 

FIFA styrkilistin hevur mangan verið fyri nógvum atfinningum, tí hann ikki vísur røttu styrkina hjá londunum. Um vit ganga eftir dagførsta listanum, sum eru Føroyar og Nepal eins góðar til at spæla fótbólt. Bæði londini hava 149 stig í part.

 

Í toppinum hevur Spania styrkt um sína støðu sum heimsinssterkasta fótbóltstjóð. Spania hevur á fyrsta plássi 1691 stig, meðan Týskland hevur 1502 stig á øðrum plássi. Bretar gera í dag gjøldir burturúr FIFA styrkilistanum, tí hóast enska landsliðið hevur trupulleikar, so eru teir fluttir tvey pláss upp, so teir nú eru at meta sum fjórð sterkasta fótbóltstjóðin í heiminum. Frammanfyri millum annað Italia, sum liggur á sætta plássi.

 

Fyri Brazil er styrkislistin ikki søtur lesnaður, tí ongantíð hevur Brazil verið at funnið so lágt sum á 11. plássinum, ið tað er at finna á nú. Teir hava samlað saman 1012 stig. Tað er fimm færri enn Danmark, sum liggur á 10. plássi.

 

FIFA Styrkilistin:

 

1. Spania

2. Týskland(Bólki við Føroyum til HM14)

3. Uruguay

4. Ongland

5. Portugal

6. Italia

7. Argentina

8. Holland

9. Kroatia

10. Danmark

11. Brazil

 

Onnur útvald lond:

 

14. Frakland

17. Svøríki (Bólki við Føroyum til HM14)

24. Noreg

26. Írland(Bólki við Føroyum til HM14)

49. Skotland

60. Eysturríki(Bólki við Føroyum til HM14)

74. Finnland

102. Norðurírland

129. Ísland

147. Kasakstan(Bólki við Føroyum til HM14)

155. Føroyar

 

Eitt fullfíggjað yvirlit yvir listan kann síggjast HER