Føroyar eiga einki politiskt superbrand.
Her er eingin Obama. Eingin Blair. Eingin Fogh Rasmussen.
Langt frá tí.
Men vit eiga Kaj Leo Johannesen, Høgna Hoydal og Heina O. Heinesen
Fáur føroyskur politikari skarar framúr sum stórt politiskt brand.
Hinvegin hava vit í Føroyum politikarar, ið standa seg væl í heimliga politiska og samskiftisliga umhvørvinum, hóast teir ikki eru í superliguni hjá politisku brandunum.
Tað er nakað av tí, sum journalisturin Per Højgaard heldur um politisk brand í Føroyum.
Per Højgaard er útbúgvin journalistur, og hann hevur arbeitt sum professionellur samskiftisráðgevi í fleiri ár. Tá hann skal meta um dygdina á politikarum, vísir hann millum annað á hugsanina um ”politiska superbrandið”. Hann nevnir bókina ”Det Politiske Superbrand,” sum donsku Mads Christian Esbensen og Bo Bredsgaard hava givið út.
- Tað er ein áhugaverd bók til teirra, sum vilja vita, hvussu góði politikarin er settur saman, sigur Per Højgaard, sum tekur støði í politiska superbrandinum, og nevnir hættirnar sum máta politiska brandið.
Á 331 blaðsíðum tekna donsku høvundarnir vangamyndina av tí fullkomna politikarunum, og gera greitt, hvørji krøv verða sett politiska superbrandinum.
Tess fleiri av ávísum krøvum, politikarin kann liva upp til, tess sterkari brand er hann.
Krøvini og lyklaorðini, sum eyðkenna politiska flogvitið, eru seks í tali. Tað er sjónligheit. Politiskt handverk. Greiðar visiónir. Munagott samskifti við veljaran. Trúvirði. Og karisma
Fevnir politikarin væl og virðiliga um hesi, so ert tú eitt politiskt superbrand.
Størri krøv
Nógv er broytt í føroyskum politikki seinastu 40 árini. Broytingarnar seinastu 10 árini hava verið serliga stórar.
Samskiftismiðlarnir við útvarpi, sjónvarpi, politiskt óheftum bløðum, tíðindaportalum á internetinum, heimasíðum, teldupostum, bloggum, kjattsíðum og øðrum eru eitt lutvís nýtt fyribrigdi.
Nýggju miðlarnar hava kollvelt tíðindaheimin, og teir hava stóra ávirkan á politiska samskiftið.
Tíðin, har røðarapallurin í Løgtinginum, valfundir í bygdarhúsum og alinlangar greinar í partapolitskum bløðunum vóru samskiftispallarnir, er væl og virðiliga farin.
Krøvini til nútímans politikaran eru samstundis herd munandi.
Politikarin skal duga at brúka nýggju fjølmiðlarnar, um hann vil hava samband við sínar veljarar. Tað er har, politikarin skal marknaðarføra seg og síni sjónarmið. Summi halda, at í Føroyum er tørvurin á slíkari miðlagrundaðari profilering vorðin størri, eftir at Føroyar gjørdust eitt valdømi.
Kappingin um umtaluna í almenna rúminum stór, og tað ræður um at skilja seg burtur úr rúgvuni. Ljós verður varpað á einstaklingin, sum traðkar fram sum umboð fyri seg sjálvan heldur enn sín politiska flokk.
Per Højgaard hevur í fleiri á starvast sum samskiftisráðgevi. Frammanundan arbeiddi hann sum tíðindamaður, har hann millum annað var í starvi á Christianborg. Hann hevur innlit í politiska umhvørvið í Føroyum og Danmark.
Hann heldur, at hóast framstigini eru stór, gagnnýta føroyskir politikkarar framvegis ikki mongu samskiftispallarnar til fulnar.
- Politikkur fer eftirhondini fyri mesta partin fram í fjølmiðlunum. Tað er har, tú røkkur út til veljaran við tínum sjónarmiðum. Tað vita føroyskir politikarar, men tilvitanin, hvussu politiska samskiftið kann skipast og gagnnýtast, kann verða størri, sigur Per Højgaard.
Tað ræður ikki longur bara um at duga politiska handverkið. Tað var eyðkennið hjá Atla Dam, Paula Ellefsen, Jógvani Sundstein og hinum, sum myndaðu føroyskan politikk fyri nøkrum árum síðani.
- Teir arbeiddu og samskiftu út frá fortreytunum, sum vóru tá. Nú eru fortreytirnar heilt øðrvísi, tí politiska samskiftið er flutt út í miðlarnar, sum arbeiða skjótt, og har veljarin hevur møguleika at svara eftir stuttari tíð. Fortreytirnar eru kollveltar, sigur Per Højgaard.
Skeiv orð og ongin vinkul
Veljarin er drigin nærri politiska leikvøllinum, og útsýnið av áskoðaraplássunum hevur ongantíð verið betri.
Málbólkurin av veljarum er stórur. Starvsheitini eru sjómaður, flakakvinna, lærari, timburmaður, pedagogur, samfelagsfrøðingur, ítróttarfólk, bankastjóri og fleiri onnur. Tað eru hesi fólkini, sum atkvøða fyri politikaranum.
Myndin av politikaranum verður teknað í fjølmiðlunum.
- Politikarin noyðist at leggja sær orðini væl, tí øll skulu skilja teg. Tað tykist ofta sum, at politikarin gloymir, hvønn hann tosar við. Tá er tað, at vit hoyra og síggja politiska ull koma úr munninum á politikaranum, sigur Per Højgaard.
Hann nevnir Kára á Rógvi, formannin í Sjálvstýrisflokkinum, sum stundum hevur eitt akademiskt orðaval á høgum abstraktiónsniveau.
- Kári á Rógvi er skilagóður, men hann gloymir onkuntíð at seta seg niður á eitt støði reint orðavalsliga, har øll kunnu vera við. Tað er náttúrligt at gloyma tað, men tað er ikki gott samskifti, sigur Per Højgaard.
Samskiftisráðgevin vísir á tvær deyðssyndir innan samskifti.
- Sum politikari mást tú ongantíð verða illur á skíggjanum, og tú mást heldur ongantíð lúgva. Tað kemur aftur um brekku, sigur hann.
Politikarar, sum hava verið í politiki í fleiri valskeið, ella ikki hugsa stórvegis um samskifti, hava lyndi til at snakka leingi og upp í saman.
Endamálið hjá teimum er at vinna so nógva tíð í loftmiðlunum sum gjørligt.
- Tað hjálpir at hava ein vinkul. Boðskapurin skal vera greiður og stuttur, og tú skal koma skjótt til sakina. Í miðlunum missa fólk tráðin eftir fáum sekundum, so tey fyrstu fimm til 10 sekundini mugu brúkast effektivt og sannførandi, sigur Per Højgaard.
Djurholm ov sjónligur
Politikarar eru sum heild sjónligir í samfelagnum. Tað er gongdin, tá teir við jøvnum millumbilum koma fram við sínum sjónarmiðum.
Sambært Per Højgaard er tó mark fyri, hvussu ofta veljarin vil hoyra og síggja ein einstakan politikaran.
Fólkafloksmaðurin Bjarni Djurholm sat sum landsstýrismaður í vinnumálum í árunum frá 2000 til 2008. Per Højgaard heldur, at Djurholm var í so sjónligur, og hann varð skjótt slitin. Ella ”yvireksponeraður”, sum tað eitur á fakmálinum.
Fólk tíma ikki at hoyra og síggja somu fólkini dag út og dag inn. Bjarni Djurholm misti undirtøku við seinasta løgtingsval.
Lítla samfelagið ávirkar
Føroyska samfelagið er lítið. Ein evarska lítil bygd í Evropa.
Tað kann ávirka trúvirðið hjá tí einstaka politikaranum, tí fólk kenna og vita nógv um onnur.
Tað er millum annað tí, at tað er torført at samanbera føroysk løgtingsfólk við stórpolitikarar uttanlands.
Per Højgaard nevnir Heina O. Heinesen, sum alt sítt politiska lív hevur talað sakina hjá útróðrarmonnunum. Hann er ikki serliga sjónligur, hann samskiftir ikki serliga væl við meirilutan, og hann kemur ikki upp á tindin sum karismatiskur politikari.
- Men Heini O. Heinesen er hinvegin í eini serstøðu í føroyskum politikki. Hann hevur sín heilt egna stíl og er ein superstjørna – eitt slag av politiskum superbrandi – hjá sínum politiska málbólki. Og hann má fyri alt í verðini ikki broyta sín politiska persón, sigur Per Højgaard.
Men vegurin úr Kunoy til Washington er kortini langur.