Føroyska Europa-frímerkið av Trøllanesi, gjørdist nummar tvey í stórari frímerkjakapping.
Ein 7-mannanevnd við bæði frímerkjasavnarum og listafólki, skuldi kjósa tað vakrasta av teim 55 Europa-frímerkjunum, sum eru givin út í ár.
Nummar eitt gjørdist tað russiska frímerkið og føroyska Trøllanes-frímerkið gjørdist nummar tvey. Áland/Finland gjørdust nummar trý.
Eyðbjørn Jacobsen hevur tikið myndina, sum er á føroyska frímerkinum.










