Føroyar eiga ikki at fara upp í ES

-Tit megna sjálvi best at hava tamarhald á og stýra tykkara egnu fiskivinnu - og sjálvi at hava eftirlit við fiskastovnunum og varðveita teir. Tí hava tit einki at gera í ES sigur David Craig, sum heldur ES limaskap hava gjørt skotsku fiskivinnuni lítið gott

Skoti vitjar

David Craig ynskir ikki at leggja seg út í politisk viðurskifti í Føroyum, men eitt vil hann fegin sleppa at siga, og tað kemur bæði frá hjartanum og frá egnum royndum í vinnulívinum: limið tykkum for Guds skyld ikki inn í ES. ?Vit í Skotlandi eru vorðin sannførd um, at limaskapur í ES als ikki er til nakran fyrimun fyri okkum, og serstakliga ikki fyri fiskivinnuna. Eg vóni og haldi, at føroyingar megna at hava tamarhald á og stýra tykkara egnu fiskivinnu, og sjálvi hava eftirlit við fiskastovnunum. Tit hava tykkara egnu skipanir við fiskidøgum oa., sum gera, at tit klára at varðveita stovnarnar.

Hann vísir á, at tey í Skotlandi hava sum partur av ES við einum felags fiskivinnupolitikki stórar trupulleikar. Felags fiskivinnupolitikkurin virkar ikki eftir ætlan, m.a. tí grundarlagið undir honum tvs. sarmráðingar um felags fiskivinnupolitikkin hava ikki verið nøktandi fyri allar partar. Politikararnir áttu at havt tosað meira við fiskimenninar sjálvar, áðrenn teir tóku stórar avgerðir yvir høvdið á teimum. Menn sita í Bruxelles og leggja til rættis og stýra fiskivinnuni eitt nú her í Skotlandi, her tað finst ein heilt onnur mentan enn tann, ið ræður í stórbýnum á meginlandinum.

David Craig dylur tó ikki fyri, at hann sjálvur atkvøddi fyri ES limaskapi á sinni, og tað var av teirri einføldu orsøk, at hann var við í seinna kríggi og tí helt hann tað vera náttúrligt og rætt at ganga inn fyri fyri sameining og samstarvi, sum varð lagt upp til við ES. Hann helt tað vera rætt fyri okkara børn og komandi ættarlið at standa saman í einum slíkum felagsskapi. Hann viðgongur, at tað hevur so eisini givið nógvar ágóðar at vera partur av ES.

Men tá hann eygleiðir gongdina í fiskivinnuni er hann alt annað enn fegin um ES-limaskapin. Og tá Føroyar eru eitt fiskivinnusamfelag burturav eru ráð hansara til føroyingar greið, og hann endurtekur: haldið tykkum uttan fyri ES.

Útboð og eftirspurningur
Nú forboð í stóran mun verður sett fyri at veiða tosk í Norðsjónum, sær David møguleika fyri, at eftirspurningur eftir føroyskum fiski fer at vaksa og prísurin við?

-Tá alt kemur til alt er tað ein spurningur um útboð og eftirspurning. Tað stýrir øllum fiskivinnuplássum. Sum nú er kemur nógvur fiskur uppá land í Skotlandi, hann kemur úr Føroyum, Íslandi og Noregi, og tað er so eisini ein spurningur, nær marknaðurin er mettaður. Fær tú ov nógvan fisk, so hevur tú ein trupulleika. Men sera góður fiskur fer altíð at fáa góðan prís leggur David Craig aftrat og sipar til, at soleingi føroyingar kunnu lata fyrsta floks fisk, so fer prísurin eisini at vera hareftir.