Føroyar eiga formannin

Tróndur Patursson er nýggi formaðurin í Nordisk Kunstforbund (NKF). Komandi felagsfundurin verður í Føroyum í ár og eisini verður ráðstevna um málaran Sámal Joensen Mikines í 2001

Dagfinn Olsen


Tróndur Patursson, føroyskur limur í Nordisk Kunstforbund, hevur í tíðarskeiðnum juli 1999 til juli 2001 formanssessin.

Av somu orsøk verða ymisk tiltøk, ið undirstrika føroyska formansskapin. Felagsfundurin í juni 2000 verður í Føroyum. Høvuðsevnið er uppskot um norðurlendska myndlistaheiðursløn, sum eftir ætlan skal latast fyrstu ferð í 2001.


Mikines

Eisini er ætlanin at skipa fyri ráðstevnu um føroyska listamálaran Sámal Joensen Mikines, har luttakararnir millum annað vitja í Mykinesi, har málarin arbeiddi, tá hann vitjaði í Føroyum. Hann búleikaðist í Danmark.

Nordisk Kunstforbund er felagsskapur fyri norðurlendsk listafólk, men er ikki partur av Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hetta hevur ofta við sær, at bert tey stóru Norðurlondini hava ráð at luttaka í virkseminum. Í samband við fundin og ráðstevnuna í Føroyum, ætlar NFK tó at søkja um ferðastuðul frá Norðurlendska Ráðharraráðnum og øðrum.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið stuðlar føroyska formansskapinum og skal ein venda sær til teirra, um ein hevur ørindir til NKF . Til ber at skriva teldupost til hanna@umms.fo.