Føroyar eiga eisini at hjálpa heimsins neyðstøddu

Amnest International Føroya Deild

Amnesty International Føroya Deild fer á Fólka­fund í Klaks­vík, og tá fara vit at minna á, at al­mennu Føroyar ikki hava tikið støðu til spurningin um flóttafólk. Vit hava sostatt ikki tikið støðu til “hví” ella “hví ikki” Føroyar hava eina altjóða ábyrgd. Í samband við, at tað í samgonguskjalinum stend­ur, at vit skulu yvirtaka út­lendingamál, mælir Føroya Deild til, at Føroyar eisini stað­festa okkara ábyrgd, hóast talið av flóttafólki í einum lítl­um samfelag altíð verður sera av­markað.
“Gloym ongantíð, at vit øll eru eftir­komarar hjá til­flyt­ar­um.”
Soleiðis segði legendariski ameri­kanski forsetin, Frank­lin D. Roose­velt, seinast í tretiv­unum. Umleið 50 ár seinni svaraði ein annar kend­ur amerikansur forseti, Ronald Reagan, at “ein tjóð, sum ikki hevur tamarhald á sín­um landamørkum, er eing­in tjóð”.
Roosevelt og Reagan høvdu báð­ir rætt. Heimurin er lutaður sund­ur í statir við landamørkum, og tað krevur, at myndugleikar hava eftirlit við til- og fráflyting. Sam­stundis metir Amnesty Inter­­natio­nal, at øll lond eiga at liva upp til altjóða sátt­málar og ábyrgd at hjálpa neyð­støddum menniskjum eftir førimuni.
Ein lítil partur av heimsins til­flyt­arum eru flóttafólk. Hetta eru millum heimsins mest sár­bæru borgarar. Menn­iskju, sum mugu rýma frá húsi og heimi or­sakað av kríggi, hungursneyð, náttúru­vanlukkum o.s.fr.
Kjakið um útlendinga­poli­tikk, flóttafólk, integratión og mentanar­ligan sameksistens hevur myndað almenna rúm­ið í stórum pørtum av vestur­heiminum seinastu ár­­tíggj­uni. Tilflytingin er økt, og tað er stuðulin eisini til teir flokkar, sum arbeiða fyri herdari lóggávu á øki­num. Í ársfrágreiðingini hjá Am­nesty International 2013 ávar­ar felags­skapurin um, at herd markna­eftirlit og politisk fordøming eru við til at skapa fremmandahatur og økja um ta vanvirðing og tann harðskap, sum hesi sárbæru menn­iskju eru í stórum vanda fyri. Felagsskapurin vísir á, at stundin er komin til, at altjóða samfelagið av nýggjum staðfestir sína ábyrgd at verja allar heimsins borgarar – serstakliga tey mest sárbæru. Tað snýr seg um at viðurkenna, at okkara felags lagna er spunnin úr einum og sama garni, soleiðis sum Martin Luther King Juni­or orðaði seg í 1963: “Tað, sum ávirkar ein beinleiðis, ávirkar øll óbeinleiðis.”

Hava Føroyar eina ábyrgd?
Í sambandi við at Amnesty Inter­natio­nal hevur sett viður­skiftini hjá flóttafólki hægst á evropeisku dag­skránna, hevur Føroya Deild eisini spurt, hvørt Føroyar hevur eina altjóða ábyrgd at taka ímóti flóttaf­ólki? Hetta hevur elvt til eitt neyðugt kjak, og vit eru byrjað at tosa og hugsa um hesi viður­skifti. Føroya Deild hevur ta greiðu sannføring, at politiski mynd­­ugleikin eigur at taka eina støðu, tí nú fyrihalda vit okkum als ikki til spurningin. Vit spyrja hvørki “hví” ella “hví ikki” og lata onnur um­sita spurningin fyri okkum. Og tá er vandi fyri, at vit byggja okkara meiningar á fordómar og ikki á vitan um grundleggjandi rættindi hjá tí einstaka menniskjanum.

Hvussu nógv tosa vit um?
Á almennum tiltaki, sum Før­oya Deild skipaði fyri 2. mai í ár, tyktist semja millum fakfólk og politikarar vera um, at Føroyar eiga at taka støðu til, hvørt vit skulu taka ímóti flóttafólki. Og í hesum sama viðfangi skal nevnast, at talan er um sera avmarkaðar nøgdir. Um Føroyar t.d. skuldi tikið ímóti sama talið av kvotaflóttafólkum sum Danmark per íbúgva, hevði talan verið um 8-9 fólk um árið. Ella t.d. tríggjar familjur triðja hvørt ár.
Føroya Deild gjørdi eisini ein stuttfilm, har umboð fyri flestu polit­isku flokkarnar svaraðu spurn­inginum, hvørt Før­oyar skulu taka ímóti flótt­um ella ikki. Tjóð­veldi og umboð fyri Sam­bands­flokkin søgdu, at vit hava eina moralska ábyrgd, og at vit skulu taka ábyrgd bein­an­­vegin. Hinir fýra flokk­arnir hildu, at vit hava eina moralska ábyrgd, men at Føroyar ikki eru til reiðar at yvirtaka flóttafólkaøkið enn, og at økið má kannast nærri.
Sambært samgongu­skjal­in­um skulu útlendingamál yvirtakast, og politiski spurn­­­ingurin er so, hvørt flótta­­­fólka­mál skulu yvir­taka­st samstundis ella ikki. Sambært Bergi Berg em­bætismanni, er flótta­fólka­økið helst einasta málsøkið, sum ikki kann yvirtakast við stuttum skot­brái. Um økið skal yvirtakast, krevur tað holla vitan og nýggjar førleikar, soleiðis at nýggir borgarar kunnu tryggjast eitt virðiligt lív. Tá­verandi landsstýrismaður við út­lend­ingamálum, Kári P. Høj­gaard, hevði ongar ætl­anir um at blanda flótta­fólka­spurn­ingin upp í yvir­tøk­una av útlendingamálum. Í dag umsitur Jóhan Dahl máls­økið, og stóri spurn­ing­urin er so nú, hvørja rað­festing Jóhan Dahl vinnu­mála­ráðharri ætlar at geva flótta­fólka­spurninginum.
Verandi støða er ikki hald­bær, tí uttan mun til politiska viljan eigur mál­ið at fáa eina virðiliga við­gerð á Føroya løgtingi. Av tí at sam­gonguskjalið nevn­ir útlendiga­økið, hevur Am­nesty Føroya Deild ta sann­føring, at almennu Føroya sam­stundis eiga at staðfesta eina moralska ábyrgd yvirfyri flótta­fólkaøkinum, tí hetta er partur av útlendigaøkinum. Síðani muga vit viðgera, hvussu vit sum land kunnu átaka okkum hesa ábyrgd á ein skynsaman og ráðiligan hátt. Væl vitandi, at Føroyar eru eitt lítið samfelag.

Heimurin brennur framvegis
Undir umrøðuni av syndar­ligu støð­uni í Kosovo seinast í nítíárunum var nógv kjak um, at Føroyar skuldu taka ímóti flóttafólki úr Kosovo. Tað er ikki ov nógv sagt, at politikarar og politiskir flokk­ar royndu at yvirbjóða hvønn annan í, hvussu nógv flóttafólk før­oysku politik­ararnir vildu hava til Føroya. Trupulleikin var tó, at lógar­grundar­lag ikki var fyri hesum, og tað er tað fram­vegis ikki.
Í skrivandi stund er talið av fólk­um, sum eru flýdd úr Sýria, yvir 2 milliónir, og tøvurin á humaniterari hjálp er ovurhondsstórur. Sambært ST eru umleið 43 milliónir flóttafólk í heim­inum, og tey flestu eru flótt­ar í egnum landi. Av teimum 43 milli­ónunum eru 15 milliónir, sum eru flýdd úr egnum landi til onnur lond at søkja friðskjól. 80% av øllum flóttafólkum í heiminum liva í sonevndu menningarlondunum. Ein uppgerð hjá ST fyri 2011 vísti, at 44 ídnaðarlond tóku ímóti 441.300 fólkum, sum søktu um friðskjól. Ein stórur partur av hesum fáa noktandi svar og verða send heimaftur, og tí er tað bert ein brotpartur, sum fær friðskjól í nýggjum landi.
Sambært ST eru umleið 172.000 fólk í heiminum í dag, sum hava átrok­andi tørv á nýggjum heimi. Hetta eru sonevnd kvotaflóttafólk, sum ongan møguleika hava at venda aftur til heimland sítt í nærm­astu framtíð orsakað av ófriði og kríggi. Av hesum menniskjum tekur USA ímóti áleið 50.000, ES tekur 4-5000 fólk, og Danmark tekur ímóti umleið 500 fólkum um árið. Tað eru bert 24 lond, sum liva upp til altjóða ábyrgd og taka ímóti kvotaflóttafólki. Amnesty Inter­national hevur átalað Danmark fyri ikki at taka fleiri enn 500 fólk, felagsskapurin meinar, at Danmark skal tvífalda hetta tal.
Stundin er komin til, at Føroyar eisini taka støðu til spurningin. Og at Før­oyar eftir førimuni lut­taka í globala humanitera arbeið­inum fyri heimsins mest neyðstøddu fólk..
---
Fakta um flóttafólk

ST-sáttmálin um flóttafólk frá 1951 er galdandi fyri Føroyar, men orsakað av ríkisrættarligu støðu Føroya er tað Danmark, sum umsitur hetta økið vegna Føroyar. Heimsyvirlýsingin um mannarættindi hjá frá 1948 og ST-sáttmálin um rættindini hjá flóttafólki frá 1951 eru hornasteinar undir lóggávu á økinum. Hesir sáttmálar staðfesta, at øll hava rætt til at søkja um friðskjól ímóti forfylging. Øll hava rætt til eina rættvísa viðgerð av teirra umsókn, og øll hava rætt at kæra eina avgerð. Øll hava eisini rætt til málsliga og løgfrøðiliga hjálp.