Føroyar eiga at hava tættari samband við arabiska heimin

-Føroyar eiga at knýta handilslig bond við arabisku londini, sum kunnu vera ein framtíðar marknaður fyri føroyskar vørur. Eisini eiga vit at taka upp samstarv við OPEC. Finna vit olju eiga vit eisini at umhugsa limaskap har heldur Johan Mortensen, vinnulívsmaður, sum nakað herfyri vitjaði á høvuðsborgini hjá OPEC í Wien

Samstarv


Út ímóti helminginum av allari oljuframleiðslu í heiminum í dag kemur frá londunum, sum eru í felagsskapinum OPEC. Hesin felagsskapur hevur tí eina sera stóra ávirkan á heimsbúskapin. Johan Mortensen, stjóri í Havn hevur altíð havt áhuga fyri olju og gassi og hevur hann í fleiri ár havt samband við OPEC. Johan Mortensen sigur við Sosialin, at OPEC fylgir væl við, hvussu gongur við okkara oljuídnaði og skilur hann, at vit eru vælkomin at tosa um samstarv og entá limaskap, tá tað einaferð, vónandi, verður ein føroysk oljuframleiðsla. Umframt at røkja oljumarknaðin ger OPEC eisini sera nógv fyri limalondini. Persónliga heldur Johan Mortensen, at tað kundi verið til fyrimunar fyri Føroyar at verið limur og áttu vit longu nú at havt eitt politiskt samband við OPEC heldur hann.

Nakað herfyri vitjaðu Johan Mortensen og Páll Kunoy, tryggingarmaður á høvuðsborgini hjá OPEC Í WIEN. Johan Mortensen hevur leingi havt ætlanir um at fáa eitt umboð fyri OPEC til Førya at halda ein kunnandi fyrilestur um OPEC. Hesin kundi hóskandi verið hildin í Oljutinginum. Væntandi verður vitjanin nú í summar.

Johan Mortensen heldur annars, at tað er av stórum týdningi, at almennu Føroyar hava samband við slíkar felagsskapir og vónar hann, at eitt nú løgtingslimir, sum eru á vitjan hja ST eins og hjá øðrum týðandi felagsskapum, duga at knýta diplomatisk sambond, sum kunnu verða Føroyum at gagni. Sum vinnulívsmaður heldur Johan Mortensen, at tað eru stórir møguleikar fyri føroyskt vinnulív bæði í Mið- og fjareystri og gera vit alt ov lítið av at orientera okkum handavegin. Eitt nú hevur Føroyar onki samband yvirhøvur við arabiska heimin. Tað heldur hann vera spell, tí her liggja helst marknaðir fyri ávísum føroyskum vøum. Johan Mortensen fegnast annars um tær royndir, sum føroysk vinnulívsfólk hava gjørt fyri at kunna seg við marknaðirnar í bæði Miðeystri og Fjareystri. Fyri stuttum vórðu umboð fyri vinnulívið m.a. á vitjan í bæði Japan og Kina.

Johan Mortensen hevur av sínum eintingum tikið stig til, at ein føroysk sendinevnd fer til Saudi Arabia at kanna møgulleikarnar fyri einum handilsligum samstarvi millum Føroyar og Saudi Arabia. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, er kunnaður um hesar ætlanir; skilst.