Sjúrður Skaale, cand.scient.pol., heldur fyrilestur, ið hann kallar:
Føroyar á donskum ella Danmark á føroyskum.
Hetta er fimti fyrilestur í røðini við evnum m.a. úr Hvítubók.
Sjúrður Skaale er útbúgvin samfelagsfrøðingur. Hann hevur mest starvast sum tíðindamaður, men er í løtuni í fyribilsstarvi á Løgmansskrivstovuni.
Fyrilesturin snýr seg um, hvussu samanblandingin av føroyskum og donskum á øllum økjum í samfelagnum ávirkar mentan og fólkahugsan í Føroyum.
Spurt verður, um hesin klovningur skapar tvílyndi og undirlutakenslur, ella um hann kanska er ein styrki fyri tjóðina.
Eisini verður komin inn á, hvussu tað ávirkar okkara politisku hugsanir og atferð, at vit eru undir donskum valdi.
At enda verða tær politisku broytingar, sum nú standa fyri framman, tiknar til umrøðu. Spurt verður, hvønn týdning hesar broytingar kunnu fara at hava, sæð úr einum politiskum og einum mentanarligum sjónarhorni.
Sí eisini heimasíðuna www.sleipnir.fo/setur/tiltoek