Fyrst í komandi ári kunnu 500 børn í Liberia fara í ein skúla, sum Føroyar hava latið byggja fyri 1.1 millión krónur Føroyar stuðlaðu skúlabyggingini í Liberia við góðum 900.000 kr. í fjør, og til tess at gera skúlan lidnan hevur uttanríkisráðið nú latið ABC-barnahjálp 240.000 kr. í menningarstuðli afturat.
ABC-barnahjálp hevur til endamáls at veita neyðstøddum børnum í menningarlondum varandi hjálp við útbúgving og uppihaldi.
Sambært metingum hjá UNICEF eru millum200.000 og 300.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar vónir um skúlagongd og útbúgving.
Ætlanin er, at ABC-barnahjálp skal byggja skúlan út so líðandi, sigur uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.