Føroyar bumbaðar aftur í Miðøldina

At Smyril Line steðgar við siglingini til Skotland og Noreg er sum at bumba Føroyar sum ferðavinnuland aftur í Miðøldina. Tað sigur Elin Heinesen, stjóri í SamVit

- Hetta er sum at klípa nakrar lívsæðrar og nøkur ótrúliga stór potentiali fyri marknaðarførslu av Føroyum sum ferðavinnuland av í einum høggi, sigur Elin Heinesen, stjóri í SamVit, hvørs endamál millum annað er at kunna um og marknaðarføra Føroyar, føroyskar vørur og tænastur.

Smyril Line hevur í longri tíð siglt vandasjógv, og er bert eina landskassabjarging frá at kollsigla. Saman við landskassabjargingini verða víðgongdar broytingar gjørdar til tess at fáa raksturin í Smyril Line at hanga saman aftur. Hetta inniber millum annað, at øll sigling til Scrabster og Bergen heldur uppat.

- At vit nú bara fara at hava sjóvegis samband til Danmarkar og Íslands er sum at bumba Føroyar aftur í Miðøldina. Tað er absolutt eitt alvorligt bakkast fyri »brandingina« av Føroyum sum ferðavinnuland, og marknaðarnir har hava ótrúliga stórt potentiali, og tað missa vit nú møguleikan fyri at gagnnýta til fulnar, greiðir Elin Heinesen, stjóri í SamVit, frá.


Danmark verður ein fløskuhálsur

At sjóvegis ferðasambandið við Noreg og Bretland heldur uppat ger, at Danmark verður einasta sjóvegis knútapunktið fyri ferðafólk frá evropeiska meginlandinum til bæði Føroyar og Íslands. Hetta heldur Elin Heinesen verða alt annað enn gott.

- At alt sjóvegis ferðavinnusamband við bæði Føroyar og Ísland skal skipast gjøgnum Danmark verður ein fløskuhálsur, og hetta kemur uttan iva at ávirka ferðavinnuna í Føroyum rættiliga nógv. Sum er nú kunnu vit gott bera dupult so nógv ferðafólk, enn hvat koma til Føroya í dag, og vit mangla akutt fleiri ferðafólk at koma hendavegin í dag, vísir Elin Heinesen á, og sipar til at tey, ið liva av ferðavinnuni hava havt eitt munandi lakari ár enn vanligt.


Alt farið á gólvið

SamVit hevur í longri tíð arbeitt saman við ferðavinnuni til tess at leggja eina marknaðarførslustrategi fyri Føroyar sum ferðavinnuland, og hvussu vit best kunnu »branda« Føroyar mótvegis útheiminum sum eksklusivt ferðavinnuland.

- Henda strategiin hjá okkum dettur nú á gólvið, áðrenn vit yvirhøvir hava fingið møguleikan fyri at seta tey tiltøkini í verk, sum skulu fremja hesa ætlanina, sigur Elin Heinesen, stjóri í SamVit.

Samanumtikið heldur Elin Heinesen hetta verða ótrúliga óheppið fyri føroysku ferðavinnuna, og hon metir hetta verða eitt ótrúliga stórt bakkast fyri menningina av ferðavinnuni í Føroyum. Tó ásannar hon, at Danmark hóast alt er tann stórsti marknaðurin fyri føroyska ferðavinnu, og at enn eru stórir møguleikar í Íslandi við at fáa fleiri íslendingar at koma hendavegin.

- Tað eru tó mest eldri fólk, ið ferðast hendavegin, og vit hava arbeitt miðvíst við at røkka øðrum aldursbólkum. Eitt nú hava vit Teitur Lassen, ið er vorðin kendur á evropeiska marknaðinum, og hann kann sjálvandi nýtast sum amboð til at draga yngri fólk hendavegin, leggur Elin Heinesen dent á.