Føroyar í brennideplinum

Oddagrein

Føroyar koma rættiliga í brennidepilin í dag og komandi dagarnar. Ongantíð áður hava so nógv fjølmiðlafólk úr Danmark ? og øðrum londum við ? skrivað, sagt og avmyndað eina vitjan hjá danska kongshúsinum sum hesuferð. Tær stóru donsku sjónvarsrásirnar eru her á landi eins og tey stóru donsku dagbløðini.

Eingin ivast í, at tað hevur týdning, at Føroyar koma í tilvitanina hjá dønum og øðrum á evropeiska meginlandinum á ein jaligan hátt. Tað hevur týdning fyri ferðavinnuna, vinnuna sum heild og óivað eisini mentanarliga. Flestu lond brúka nógvan pening at marknaðarføra seg, men henda marknaðarføringin er so at siga ókeypis.

Tað tykist, sum drotninga- og krúnprinsavitjanin er væl fyri skipað, hóast skráin er tætt pakkað, og kanska kundi verið meira fjølbroytt. Alt er lagt til rættis - í detaljum og minuttum ? so nú er bara at vóna, at veðrið fer at vísa oggjarnar ? bygdir og náttúru ? í sínum fagrasta skrúð.

Nógv er stákað upp, pyntað og málað. Onkur hevur kanska hug at illneitast, at so nógv verður gjørt burtur úr eini slíkari vitjan. Men líka mikið, um fólk hella tann republikanska vegin ella eru royal, so hevur ein slík vitjan nógv størri týdning, enn vit geva okkum fær um.

Tað hevur týdning at fáa nógv gjørt, nú summarið og ferðatíðin er fyri framman. Nógv skuldi kanska gerast, men er framskundað. Okkurt annað hevði kanska ikki verið gjørt, men nú var so eitt høvi at fáa tað gjørt. Harafturat er ein slík vitjan ein stór avbjóðing hjá øllum teimum sum fyrreika vitjanina. Tað veri seg landsmyndugleikar, kommunur, stovnar, søvn o.s.fr.

Eisini er vitjanin ein stór avbjóðing hjá teimum, sum skuldu fáa ymisk arbeiði frá hondini so væl sum gjørligt, tað veri seg handverkarar og arbeiðsmenn. Eins og vitjanin er ein spennandi avbjóðing hjá teimum, sum skulu framføra sang, tónleik, gera mat, pynta og annars greiða frá inni og úti.

V.ø.o. er vitjanin annað enn bara at vísa drotninga- og krúnprinsahjúnunum gott føroyskt gestablídni hesar fýra dagarnar. Vitjanin er sanniliga ein mennandi avbjóðing í at fyrireika og leggja størri tiltøk til rættis, soleiðis at alt fellur upp á pláss uttan størri mistøk.

Tað er einki at taka seg aftur í, at Margreta drotning er eitt gott umboð fyri danska ríkið. Tað er neyvan nøkur loyna, at flestu føroyingar hella til samfelagsskipanina við kongshúsi, soleingi vit eru partur í danska ríkinum. Tí fylgja óivað nógv væl við tí, sum bløðini skriva og vísa av myndum, og tí, sum er at hoyra og síggja í útvarpi og sjónvarpi.

At enda ynskja vit Margretu drotning og hennara fylgi vælkomnum og vóna at tey, saman við føroysku umboðunum, fáa nakrar góðar dagar her á landi.

Sosialurin