Ofta hoyrist útsøgnin, tá dagliga verður tikið til: “...nei, nú er talan um vitan, tað er framtíðin..”, sum um tað er nakað nýtt. Vitan er ikki bara framtíð, men er eisini fortíð, sum framtíðin verður bygd á.
Í Struer í Jútlandi í Danmark, sótu verkfrøðingarnir, Peter Boas Bang og Svend Olufsen, fyri sløkum 100 árum síðani og mentu ein eliminator, so lurtitól kundu rekast við veksilstreymi. – Ídag er fyritøkan heimskend fyri bæði góðsku og design.
Ikki langt har ífrá í Bjerringbro, legði Poul Due Jensen grundarlagið undir Grundfoss fyritøkuna umleið 30 ár seinni, sum gjørdi Danmark heimskent á hesum øki.
Longur suðuri, í Nordborg á Als, setur íverksetarin, Mads Clausen, føtur undir egið borð, um sama mundið, grundleggur hann fyritøkuna Danfoss við sølufyritøkum og framleiðslu um allan knøttin. Inspiratiónin var frá fyritøkuni Gram nakað norðanfyri.
Íverksetannarøki stimbrað samfelagið
Bara hesar tríggjar fyriøkur, eitt pinkulítið úrval av heimskendum fyritøkunum í útjaðaranum í Danmark, sum ídag geva arbeiði til meiri enn 100túsund fólk.
Vitan er ikki nakað nýuppfunnið, heldur ikki nakað, sum kann tileinkisgera okkara fiskivinnu. - Tvørturímóti. Landbúnaður og vitan gingu hond í hond í Danmark.
Fyri kortum –eftir skrædlið - segði íslendskur búskaparfrøðingur: “Nú koma vit enn meiri aftur til fiskivinnuna, sum øll árini hevur átt lívið í íslendinginum”!
Í Miðvági sótu teir hjá “J. K. Joensen og Sonur” fyri eini 40-50 árum síðani við eini menning av snelluni. Hetta gjørdist góð útflutningsvøra, sum gav nógv arbeiði.
Her bara fyri at geva eitt dømi í Føroyum har fiskivinnan og vitan gingu hond í hond. Nevnt kundi eisini verið Com-Data, sum varð ment í Klaksvík stutt eftir o.a.
Almenni raksturin í trupulleikum
Mongu seinastu árini er almenni raksturin í Føroyum øktur við risastigum, tikið er vanliga eftir donskum leisti. Seinastu árini, sum eg fyrr nevndi í grein, er alemnna lønargjaldingin farin úr 33 prosentum upp í 38% og heldur fram at vaksa, meðan teir tríggir privatu geirarnir er farnir úr 67prosentum niður í 62% og eru lækkandi.
Skal føroyska menningin styrkjast, er umráðandi við grundfestum visiónsríkum íverksetannarøkjum heldur enn at uppbyggja eitt samfelag við almennum súlum. Her eiga vit at hyggja at, hvussu Danmark er komið sær út í trupulleikar.
Visjónir heldur enn illusjónir
Í kanning, sum ASE-felagsskapurin vísir til sæst, at í 1999 søgdu undir 50% av dønum nei til at gerast “harri í egnum húsi”, meðan tað ídag eru yvir 72%, tí, sum Peter Petersen, siviløkonomur í Rådgivningscentret í Solrød, tekur til: “Hví vera íverksetari og arbeiða meiri tímar fyri færri pengar og síðani vága hús og heim”?
Ongin ivi er um, at Føroyar mugu staðfesta, at brúk er fyri uppaftur fleiri íverksetarum, samstundis, sum minkað verður um almennu krøvini.
Stjórin í ASE, Karsten Mølgaard Jensen, sigur í Erhvervsbladet, at: “Støðan (í Danmark, red.)er ídag, at útbúgvingarskipanin alir/útbúgvir lønmóttakarar heldur enn sjálvstøðug. Tí hava vit fingið eina lønmóttakaramentan her”, sigur hann. Hetta fyribrigdi kann eisini ídag sigast um Føroyar.
Orsøkin til trupulleikan av høgum skattum og avgjøldum er avleiðing av høga almenna rakstrinum og eitt ov lágt tal av íverksetarum, nú uppaling/útbúgving av lønmóttakarum fer fram. Kanska hevur samfelagið yvirsæð “íverksetanarhetjurnar” og ikki givið teimum nóg góð kor, soleiðis sum almennu lønmóttakarunum.
Ein áheitan er tí til føroyskar politikarar og fólk við ábyrgd, styrkið íverksetan og íverksetanarøkir, sleppið illusjónum og takið við visjónum. Íverksetarar eru nógv verdir, umframt at geva samfelagnum dynamikk eru teir sterkasta súlan undir vælferðarsamfelagnum.










