Seinastu sjey árini eru samanlagt 1000 fólk fleiri flutt úr Føroyum enn til Føroya, og nú tykist enn meira ferð vera komin á flytingina úr Føroyum. Bara fyri í ár kunnu vit vænta, at fráflytingin verður millum 300 og 400 fólk størri enn tilflytingin.
- Túsund fólk í sjey ár er eitt ógvuliga stórt tal, og tey árini vóru ikki ringar tíðir, sigur Hermann Oskarsson, sum heldur tíðina vra komna til at rópa varskó.
Í kreppuni í 90-árunum fluttu flest fólk av landinum árini beint aftaná, men hóast búskaparliga støðan broytti, helt fráflytingin fram. Í fjør var eingin nettofráflyting, men nú gongur aftur skeiva vegin.
Tað hevur altíð verið og fer altíð at vera stór flyting millum londini, eitt nú tí fólk fara burtur at útbúgva seg, men jú færri koma heim aftur, verri er tað fyri landið.
Tey, sum flyta av landinum nú, eru í øllum samfelagsbólkum og øllum aldrum, men ein heilt stórur partur er ungdómur.
Missa tey ungu
- Sjálvandi fer eitt stórt tal av ungum fólki av landinum hvørt ár burtur at útbúgva seg, men tað flyta fleiri ung av landinum enn so, sigur Hermann Oskarsson.
Tað hongur heilt vist saman við, at arbeiðsloysið í Føroyum er størst millum tey ungu. Ungdómsarbeiðsloysið er størri, enn hagtølini siga, tí fleiri teirra eru ikki skrásett hjá ALS, við tað at tey frammanundan ikki hava havt lønandi arbeiði.
Hermann Oskarsson heldur, at uttan mun til, hvør aldursbólkur fer, er tað keðiligt fyri samfelagið. Um tað er eru ung ella gomul. Nú er bara líkt til, at ein lutfalsliga stórur partur av teimum ungu fer, og vit kunnu harvið koma í ta støðu, at tað verður undirskot av ungum fólki í Føroyum.
Fleiri orsøkir til, at fólk flyta av landinum.
Umstøðurnar ávirka
- Eg kann ikki hugsa mær, at øll flyta, tí tey eru arbeiðsleys. Arbeiðsloysið er kanska tað seinasta skumpið, sum fær tey at taka avgerðina. Arbeiðsloysið ella stúranin fyri arbeiðsloysi.
Summi fólk við útbúgving kunnu hugsast at flyta av landinum, tí tey halda seg ikki fáa sleppa at brúka sínar førleikar her. Uttanlands eru onnur útbúgvin fólk, sum høvdu havt hug at flutt heimaftur, men tey koma ikki, tí tey vænta ikki at fáa avbjóðingar her. Og er trupult at fáa fígging til at keypa hús í Føroyum, upp aftur minni er hugurin hjá teimum at flyta heim aftur til Føroya.
- Tá ið vit hyggja at flytingini, mugu vit altíð fara nøkur ár aftureftir.
Hava altíð bløtt
Føroyar hava altíð bløtt fólk, landið er ein bløðandi oyggjabólkur. Vit hava bløtt fólk líka síðan í 70-árunum, meira og minni, men nú bløða vit aftur nógv, sigur Hermann Oskarsson.
Hetta er ikki bara galdandi fyri Føroyar, og vit eiga at sammeta við, hvussu fráflytingin er í eitt nú Álandi, Norðurnoregi og Grønlandi.
Hermann Oskarsson heldur tað vera torført at siga, hvat ítøkiligt kann gerast fyri at steðga stóru fráflytingini. Men flytingin sigur nakað um, hvussu álvarsligt arbeiðsloysið er fyri landið, og vit mugu ansa eftir, at fólk ikki verða varandi arbeiðsleys. Hann heldur tað vera sera gott, at útgjøldini frá ALS eru hækkað, tí nú kunnu fleiri klára seg sum arbeiðsleys, og vónloysið er ikki so stórt sum í 90-árunum. Í Danmark hava tey eitt stórt tal av langtíðararbeiðsleysum. Tann bólkurin hjá okkum flytur burtur.
Spurningur um hugburð
- Hetta við arbeiðsloysinum og stóru fráflytingini er rættiliga álvarsligt fyri landið. Tað almenna noyðist at varðveita síni arbeiðspláss og berjast ímóti stóru fráflytingini. Tað hjálpir ikki bara at tosa um, at tað almenna skal spara fyri at hjálpa landskassanum. Eg sigi, hugsið heldur um at styrkja trygdarnetið enn um, hvussu stendur til i landskassanum.
Hermann Oskarsson ber ótta fyri, at heldur stóra arbeiðsloysið fram ella vekstur tað í vetur, fara enn fleiri fólk at flyta av landinum, og færri hava hug at koma aftur.
- Tað almenna noyðist at arbeiða nógv meira seriøst fyri at lofta virksemi. Hetta er nógv meira ein spurningur um hugburð enn um krónur, sigur Hermann Oskarsson.