Føroyar bjóða seg fram til 2019

Føroyar bjóða seg fram at hýsa Oyggjaleikunum í 2019, hóast tað higartil hevur verið mest tosað um at hava vertsskapin í 2021.

 

Tað er longu avgjørt, hvør skal hýsa Oyggjaleikunum í 2013 og 2015, og hóast formliga avgerðin um 2017 ikki er fallin, er tað mest sum greitt, at Gotland skal hýsa teimum leikunum, tí eingin annar bjóðar seg fram. Gotlandi tapti annars kappingina um leikirnar í 2015.

 

Føroyskir ítróttarmyndugleikar hava higartil nevnt, at Føroyar skulu bjóða seg fram til 2021, men seinastu tónarnir frá ÍSF og politikarum eru, at Føroyar eru til reiðar at taka vertsskapin í 2019 á seg. Tað er tó nakað av politikki í hesum spæli, tí Føroyar kunnu við at bjóða seg fram til 2019 hava okkurt at lata fyri at fáa leikirnar í 2021.

 

Á aðalfundi hjá Oyggjaleikanevndini í morgun hevur verið tosað um, hvussu tað skal avgerast, hvør fær leikirnar. Higartil hevur tað verið soleiðis, at oyggjarnar hava bjóðað seg formliga fram, hava kappast um leikirnar, og so er niðurstøðan gjørd við atkvøðugreiðslu millum oyggjarnar.

 

Hetta hevur havt við sær, at oyggjarnar hava brúkt nógvar pengar fyri at sannføra hini um, at tey skulu hava vertsskapin, og tí verður skotið upp, at harða og kostnaðarmikla kappingin skal verða avloyst av samráðingum um, hvør skal hýsa leikirnar.

 

Á aðalfundinum í dag varð gjørt av, at tað skal arbeiðast víðari við hesum máli, og eitt ítøkiligt uppskot skal fyrireikast til næsta aðalfund.

 

Hetta kann eisini hava við sær, at tað kann avgerast í enn betri tíð, hvør kann fáa leikirnar frameftir.