Flogbóltskvinnurnar hjá Føroyum og Bermuda spældu ein sera spennandi og javnan dyst. Føroyar vann fyrsta sett 25-23. Næsta settið vunnu føroysku kvinnurnar 25-21. Triðja settið vann Bermuda 25-22.
Í fjórða setti gekk munandi betri, og vann føroyska liðið fjórða sett sannførandi 25-17, og er harvið bólkavinnari.
Føroyar og Minorka møtast í hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni møtast Saareema og Áland.










