Føroyar atlimaskap í FAO

Í morgin fáa Føroyar eftir øllum at døma atlimaskap í altjóða matvørufelagsskapinum hjá ST, FAO

Í morgin, leygardagin 17. november, fara limalondini í FAO at atkvøða um føroyskan atlimaskap í felagsskapinum.

Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, hevur áður víst á, at limalondini í so at siga øllum førum fylgja tilmælinum frá leiðsluni í felagsskapinum, og hendan hevur mælt til at samtykkja føroyskan atlimaskap.

Felagsskapurin hevur ein týðandi leiklut innan altjóða fiskivinnusamstarv. Atlimaskapurin fer at geva Føroyum møguleika fyri at hava ein virknan leiklut og ávirkan innan hetta samstarv. Atlimaskapurin gevur eisini aðrar møguleikar fyri samstarvi, eitt nú innan menningarhjálp. Starvsøkið hjá FAO umfatar menningarhjálp, og felagsskapurin samstarvar eitt nú við World Food Program.

FAO (Food and Agriculture Organization) er ein ST-felagsskapur, ið umsitur matvøru og landbúnaðarmál, eins og heitið sigur. Heimildirnar og endamálið hjá FAO eru at betra føðigóðsku og lívskor kring heimin, stuðla upp undir vøkstri í altjóða búskapinum og tryggja veitan av matvøru til alsamt vaksandi fólkatalið í heiminum.

FAO fremur sítt endamál við at virka sum ein altjóða vitanardepil, ið veitir ráðgeving og stuðul til limalondini. Felagsskapurin samskipar og arbeiðir fram ímóti at áseta altjóða normar og reglugerðir. FAO og limalondini samstarva eitt nú innan menningarvirksemi, og limalondini kunnu gagnnýta dátugrunnar og hagtøl, ið felagsskapurin umsitur.

 

COFI stóran týdning

Bert sjálvstøðugar tjóðir kunnu fáa fullan limaskap í FAO. Stjórnarlógin hjá felagsskapinum inniheldur tó greiðar ásetingar um atlimaskap.

Sum atlimur fær Føroyar fulla atgongd og talurætt á ráðstevnum, aðalfundum og nevndarfundum, men tó ikki atkvøðurætt. Tað er kortini ikki vanligt, at atkvøtt verður um faklig ella politisk mál, ið verða viðgjørd.

Umsitingin av málsøkjum er skipað í starvsnevndir, eitt nú COFI (Committee on Fisheries), sum hevur ábyrgdina av fiskivinnu. Tað verður serstakliga í COFI, at Føroyar fara at verða virknar. Slíkar starvsnevndir hjá FAO samtykkja felags frásagnir, ið endurspegla niðurstøður, tilmælit og avgerðir, ið semja er um.

FAO varð settur á stovn í 1945 og hevur í dag 190 limalond. Felagsskapurin hevur høvuðssæti í Rom.

Í sambandi við atkvøðugreiðsluna í morgin, fara løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og fiskimálaráðharrin, Bjørn Kalsø, saman við embætisfólkum til Rom at taka lut á fundinum.