Føroyar atlimaskap í ES innan gransking

ES kommiserurin í granskingarmálum hevur á fundi við løgmann í dag givið politiskt lyfti um føroyskan atlimaskap í ES-granskingarskipanini FP7 Á fundinum í dag førdi løgmaður fram, at rúm átti eisini at vera fyri smátjóðum í evropiska bygnaðinum fyri gransking, ið fevnir um øll lond frá Íslandi til Turkalands. Løgmaður legði dent á, at Føroyar hava heimild at gera sáttmálar við aðrar tjóðir og altjóða stovnar í yvirtiknum málum. Løgmaður vísti eisini á, at luttøka í granskingarskipanini ikki átti at vera grundað á støddina á londum, men heldur á granskingarførleika og -úrslit, skrivar Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

ES kommiserurin, Janez Potocnik, segði seg skilja væl støðu Føroya sum lítil tjóð, umframt tað at Føroyar liggja so avbyrgdar í Atlantshavinum. Hann segði, at nógv hevði staðið á í tilgongdini higartil, og at hetta hevði verið ein sera trupul politisk avgerð. So mikið meira fegnaðist hann um, at partarnir nú kunnu koma víðari í málinum, at Føroyar gerast javnsettur partur í FP7.

Gongdin verður nú, at ES Nevndin leggur eitt uppskot til samráðingarheimild fyri Ráðharraráðið. Eftir at samráðingarheimildin er góðkend, fara Føroyar og ES undir samráðingar um ein sínámillum sáttmála, ið ásetur, at Føroyar verða atlimur í FP7. Sáttmálin verður síðan lagdur fyri Ráðharraráðið og Løgtingið til góðkenningar, Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.