Við í ferðalagnum hjá Nasar Khader, sum kemur til Føroya í dag, er Ingun Olsen, ið vit millum annað kenna úr Sjónvarpi Føroya.
Uppgáva hennara er at fylgja í fótasporum Nasers við myndatóli, í sambandi við at hon ger eina dokumentarsending um sýriska fólkatingslimin fyri arabisku sjónvarpsstøðina Aljezeera.
Ingun býr dagliga í London, saman við manni sínum Kjartan Hoydal, og seinasta árið hevur hon verði knýtt at enska filmsframleiðaranum Stampped, sum millum annað ger dokumentarsendingar fyri Aljazeera International.
Tað var Ingun sjálv, sum fekk hugskotið um eina sending um víðagitna fólkatingslimin úr Radikala flokkinum, og vakti hetta beinan vegin áhugan hjá Aljazeera, sum játtaði at keypa sendingina.
Hóttur eftir lívinum
Um orsøkina til at zooma inn á lívið hjá Naser Khader, greiðir Ingun frá, at hann hevur sett sær fyri at stríðast fyri demokratii, talu- og skrivifrælsi. Hetta gav at bíta í sambandi við nógv umrøddu Muhammed kreppuna í Danmark, har Naser Khader var hóttur eftir lívinum fyri sjónarmið síni. Síðani hevur hann verið vardur av lívverjum alt samdøgri. Eisini er hann vorðin kendur í nógvum arabiskum londum, fyri at hava sett á stovn felagið Demokratiskir Muslimar í Danmark.
Fólk í arabiska heiminum hava sett seg í samband við Naser, fyri at fáa hann at hjálpa teimum við at seta á stovn líknandi felagsskapir aðrastaðni eisini, greiðir Ingun Olsen frá. Sostatt snýr dokumentarsendingin seg ikki um Føroyum sum so, men um Naser Khader og stríð hansara fyri fólkaræði og mannarættindi.
- Naser stríðist fyri mannarættindum og vernd av minnilutabólkum. Vit í Føroyum kenna til at vera minniluti, men hava ilt við at verja okkara egnu minnilutar, sigur Ingun.
Í sendingini ætlar hon at koma inn á, hvussu tað hevur ávirkað familjuna, at Naser hevur verið hóttur eftir lívinum, og hon ger eisini prát við mammu hansara. Ætlanin er eisini at gera upptøkur og prát við konu Naser og við tey trý børnini, sum eisini eru við í ferðalagnum.
Er ikki Al-Qaida
Aljazeera International er altjóða deildin hjá arabisku sjónvarpsrásini, og hevur hon til húsa í Washington, London, Kuala Lumpur og Doha í Qatar.
- Fólk halda, at Aljezeera er longdi armurin hjá Al-Qaida, men veruleikin er, at sjónvarpsstøðin byggir á sama journalistisku grundarlag sum BBC, hvaðani meginparturin av starvsfólkunum eisini kemur, greiðir Ingun frá.
Sendingin um Naser verður ein partur av tí konseptinum, sum Aljazeera International rópar People and Power. Her verður tann sama dokumentarsendingin send seks ferðir í eina viku, ymiskar tíðir á samdøgrinum. Soleiðis er endamálið, at ein milliard fólk kring allan heimin kunnu síggja hvørja sending. Sendingarnar á People & Power eru millum tíggju og tjúgu minuttir til longdar, og roknar Ingun við, at sendingin um Naser verður tjúgu minuttir long.
- Vit gera eisini eina versión, sum er ein hálvan tíma til longdar, at selja norðurlendskum sjónvarpsstøðum, sigur Ingun, sum hevur starvast sum freelance starvsfólk fyri enska filmsfelagið í eitt ár nú.
Heimurin sum arbeiðspláss
- Tað er ómetaliga áhugavert at hava allan heimin sum pall og arbeiðspláss. Higartil havi eg í mestan mun verið við í arbeiðinum við sendingunum fyri konseptið Every Woman, sum er bæði nýtt og slóðbrótandi fyri arabiskar miðlar.
- Endamálið við Every Woman er at seta fokus á livikorini hjá kvinnum í øllum heiminum. Øll evni verða tikin upp og ongi tabu eru, og er hetta nakað nýtt í arabiska heiminum, greiðir hon frá, og vísir á, at tað eitt nú kundi verið umskering ella annað, sum vanliga er friðhalgað.
- Tað kundi eisini verið stuttligt at gjørt eina føroyska kvinnusøgur til Every Woman, sigur hon.
Millum uppgávurnar, sum Ingun hevur havt fyri sjónvarpsstøðina, er millum annað ein sending um eina iranska einkju eftir ein dripnan journalist í Bagdad. Ein onnur sending snúði seg um ungdómstrupulleikar hjá ungum gentum og dreingjum í Danmark, og seinasta framleiðslan snúði seg um álop á beduinkvinnur í Ísrael.
Nýggj tíðindi
Eitt annað, sum Ingun heldur vera forkunnugt við Aljazeera er, at tey hava eina tíðindadeild í Ísrael, við einum ísraelskum redaktøri.
- Hetta er nakað heilt nýtt, tí muslimski heimurin er ikki vanur við at hoyra tíðindini úr einum ísraelskum sjónarhorni, greiðir hon frá.
Sendingin um Naser Khader skal vera liðug í juni, og Ingun roknar við, at hon verður send í innan 2-3 mánaðir.
Eftir hetta fer hon undir at redigera eina sending um kvinnuligar brandmenn í Teheran.
- Eg kundi væl hugsað mær at lært meg arabiskt, tí stórur partur av arbeiði mínum er at klippa sendingar, sum onnur hava gjørt. Ein dagin skuldi eg klippa eitt slagsmál, og tað var ikki so lætt, tá eg ikki skilti málið, sigur hon og flennir.