Finnleif Guttesen
borgarstjóri
Eru tað útlendskar fyritøkur sum skulu ráða í Føroyum, har løgtings- og landstýrismenn bert nikka og góðtaka tær loysnir sum hesar fyritøkur koma við?
Sum ikki einaferð, so bleiv tað við sjey tumma seymi staðfest av oljufeløgunum, at Suðuroyggin er ein útoyggj, fólkatalið minkar, tey ungu sum fáa sær eina útbúgving vilja gjarna koma aftur til oynna, men her er einki arbeiði at koma aftur til.
Í orðaskiftinum um eina oljuútgerðarhavn, siga norðingar, at suðringar kunnu bara bjóða seg fram í miðstaðarøkinum og tað er eingin ivi um, at tað koma suðringar at gera, tí dugandi eru teir, men hetta fer at hava ta avleiðing við sær, at fólkatalið minkar enn meira, tí sambandið við Suðuroynna er so vánaligt at tey, sum bjóða seg fram í oljuvinnuni vera noydd at flyta til miðstaðarøki, hetta máttu sjálvt løgtings- og landsstýrismenn skilt!
Um hetta er viljin hjá løgtinginum, ja so skulu løgtingsmenn bert gera sum nú, sita hendur í favn, seta nakrar nevndir og so hendur einki meir.
Tvøroyri, tann 15. januar 2001.










