Føroyar í altjóðagerðini

Altjóðagerðin, sum Føroyar, við Javnaðarflokkinum á odda, skal luttaka í, er avgerandi fyri framtíð Føroya. Fyri føroysku altjóðagerðini er umráðandi, at vit hava beinleiðis ávirkan og kunnu taka avgerðir í uttanríkispolitiskum málum. Fólkatingssessurin er fremsta amboðið til tess at vinna Føroyum størri ávirkan á egnan uttanríkispolitikk og harvið náttúrliga luttøku í altjóðagerðini

Norðurlandasamstarvið, við sjálvstøðugari umboðan í ráðnum, er eins sjálvsagt og umráðandi.

So leingi Danmark rekur uttanríkispolitikk Føroya og so leingi Føroyar ikki hava sjálvstøðuga umboðan sum fullgildugt limaland í m.a. Norðurlandaráðnm, verður luttøka Føroya í altjóðagerðini ikki nøktandi.

 

Sum virkið fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin fari eg, at leggja áherðslu á at fáa framt neyðugu broytingarnar á økinum, og fari í uppsøkjandi og jaligum samstarvi við danskar politikarar og myndugleikar at arbeiða fyri hesum málum, sum eru altavgerandi um vit ikki skulu detta niðurímillum í alsamt vaksandi altjóðagerðini.