Á nýggjasta listanum hjá FIFA eru Føroyar nevnliga at finna sum nummar 122, og hetta er hægsta plaseringin hjá okkum, síðani útrokningarhátturin varð broyttur fyri fýra árum síðani. Í stigum gav sigurin móti Litava okkum 122, soleiðis at samlaða stigatalið er 218.
Og eisini í europiskum høpi munar hetta væl, tí sigurin koyrdi eitt nú Luxemburg og Malta aftur um føroyska landsliðið.
Og fyri Litava var talan ikki um tann stóra skaðan. Gaman í misti Litava átta styrkisstig, men teir vunnu seg kortini trý pláss uppeftir á listanum. Hetta tí tað í seinasta dystinum í bólkaspælinum eydnaðist at vinna heimadystin móti Serbia.
Ovast á listanum er Brasil. Spania er nummar tvey og Holland er nummar trý.