Bill Justinussen,
løgtingsmaður fyri Miðflokkin
______________
Tað er at fegnast um, at formaður sambandsfloksins so áhaldandi greiðir frá teimum ætlanum, hann hevur í sambandi við at fáa bíðilistarnar til tey føroysku sjúkrahúsini niður. Hetta er ein neyðug ætlan, sum krevur politiska styrki. Eg eri sannførdur um, at føroyska sjúkrahúsverkið kann samskipast betri enn tað verður gjørt ídag. Samstarvið sjúkrahúsanna sínámillum og við kommunulæknarnar kann betrast á fleiri økjum. Verandi støða við vantandi samstarvi ger, at sjúklingurin fær ikki ta tænastu, hann hevur uppiborið. Og Føroya fólk fær ikki nóg mikið fyri skattapeningin, sum verður latin til sjúkrahúsverkið.
Samstarvsbólkur
Fyri at koma hesum trupulleikum til lívs, setti eg sum landsstýrismaður ein samstarvsbólk við tí endamáli at fáa samstarvið millum tey 3 sjúkrahúsini at virka. Bólkurin, sum m.a. er mannaður við leiðandi umboðum frá teimum 3 sjúkrahús-unum, skuldi á heysti 2003 koma við einum felags tilmæli, men mær vitandi hevur landsstýrismaðurin enn onki tilmæli fingið. Kanska var uppgávan ov stór. Tó burdi nógv verið at rivið í, tí nógv kann gerast betri. Nógv er, sum ein slíkur samstarvsbólkur heilt náttúrliga eigur at kunna semjast um. Eitt nú einfaldar mannagongdir um, hvussu og nær sjúklingar skulu/kunnu sendast frá einum sjúkrahúsi til eitt annað, tá tørvur er á tí. Eitt nú, hvussu samlaða tilfeingi av starvsfólki, útgerð og hølum kann nýtast til fulnar. Eitt nú, hvussu sjúkrahúsverkið kann virka sum EITT verk heldur enn 3 sjálvstøðug sjúkrahús. Endurskoðan av leiðslubygnaðinum var eisini ein av arbeiðssetningunum. Leiðslubygnaðurin er ov stirvin, og tí nýtir serliga leiðslan á landssjúkrahúsinum ov stóran part av sínari orku til at semjast innanhýsis, og fær sostatt minni tíð til átrokandi uppgávur. Alt við sama endamáli: at fáa bíðilistarnar burtur og hækka tænastustøðið, so sjúklingurin veruliga kann siga, at hann fær eina dygdargóða tænastu.
Brúkarakanning
Sjúkrahúsráðini hava mælt landsstýrismanninum til at gera eina brúkarakanning á teimum føroysku sjúkrahúsunum. Hesum ætlanum kom eg ikki nóg langt við, áðrenn samgongan slitnaði. Men tað er avgjørt neyðugt, at sjúklingarnir sleppa at siga sína erligu meining um, hvussu tey uppliva sjúkrahúsini. Hvussu fóru starvsfólkini við teimum, hvussu eydnaðist viðgerðin, hvussu var tænastan rundan um viðgerðina, hvat manglar og hvat burdi ikki verið. Allar slíkar spurningar haldi eg, at leiðslurnar hava tørv á at seta brúkarunum fyri at kunna gera tænastuna enn betri. Hetta er vanligt aðrastaðni og ein gongd leið at lúka í veltuni.
Miðflokkurin er fúsur
Tað skal ikki standa á Miðflokkinum at fáa føroyska sjúkrahúsverkið at virka so væl sum gjørligt. Longu nú eru verkætlanir í gongd, sum Miðflokkurin eisini hevur verið við til at borið fram. Serliga er tað talgilda heilsuskipanin, sum er komin væl áleiðis. Vónandi verður hon tað nýtiliga amboð, sum ætlanin er.