Føroyska fiskivinnan fær 145.000 tons minni í sín part frá NEAFC. Niðurskurðurin fer at svíða, sigur reiðarafelagið Føroyska fiskivinnan fær 145.000 tons minni í sín part í NEAFC-øki næsta ár.
Tað er úrslitið av fiskiveiðusamráðingum millum strandalondini Føroyar, Ísland, ES og Norra um svartkjaftin, har TAC-ið er ásett fyri næsta ár. Mest loyvda veiðan hjá øllum londunum minkar tilsamans 550.000 tons, og tað merkir, og føroyski parturin minkar 32 prosent.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at niðurskurðurin er innan fyri fyrivarnisregluna um ikki at troyta stovnar harðari enn teir tola. Hann heldur, at hetta fer at merkjast hjá teimum átta føroysku skipunum, sum eru í pelagiskum fiskiskapi.
-Niðurskurðurin fer at svíða, men hinvegin hevur vinnan vitað, at veiðan var ov stór og at neyðugt var at fáa eitt meira rimiligt veiðutrýst, sigur reiðarafelagið.